Aftur at binda til sjófólkið

Sjómanskvinnuringarnir, sum gera eitt stórt og vælgerandi arbeiði, gleða nógv sjófólk við sínum jólapakkum

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - sigur sjómanskvinnuringurin, at um ein góðan mánað byrja tey at savnast aftur.

 

- Sjómanskvinnuringurin byrjar aftur hin 20. februar klokkan 19.30, og fyrsta kvøldið verður hjá Marjun Jacobsen við Kolbeinagjógv

 

Sjómanskvinnuringurin letur heilsa og sigur, at adressan hjá Marjun er Rasmusargøta 15, og allar eru hjartaliga vælkomnar.

 

Tað eru nógv sjófólk, sum hava stóra gleði av jólapakkunum og tí sjálvbodna arbeiði, sum sjómanskvinnuringarnir kring landið gera.