Aftur ein ferðaleiðari handtikin

Í minsta lagi tveir ferðaleiðarar bíða nú eftir avgerð frá útlendingastýrinum í Danmark

Aftur í gjár handtók løgreglan ein útlendskan ferðaleiðara, sum ikki hevði neyðugu loyvini at virka í Føroyum. Hann varð handtikin í fyrstu syftu og síðani leyslatin aftur. Men løgreglan afturheldur passinum hjá honum, til málið er avgreitt. Tað merkir, at hann skal møta upp á politistøðini einaferð um dagin, til málið er avgreitt, og hann kann ikki fara av landinum, so leingi løgreglan hevur passið hjá honum.

 

Í minsta lagið ein annar útlendskur ferðaleiðari gongur somuleiðis einaferð um dagin inn á politistøðina at vísta seg, til hansara mál er avgreitt úr útlendingarstýrinum í Danmark.

 

Tveir bilførarar vóru tiknir fyri at koyra ov skjótt í gjár. Annar varð tikin um 11 tíðia fyri at koyra 90 km um tíman millum Fjarða í Eysturoy, har ferðmarkið var 70 km um tíman. Tað gav honum klipp í koyrikortið umframt eina bót.

 

Ein annar bilførari varð tikin á Fjøruvegnum í Saltangará, har hann varð tikin fyri at koyra 78 km um tíman. Tað kostar honum eisini klipp í koyrikortið umframt eina bót.

 

Sambært samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni, so var eitt lamb ákoyrt á landsvegnum á Sundi, og í Klaksvík var ein bilur farin á rull inn í ein húsavegg, tí at bilførarin hevði gloymt hondbremsuna.