Aftur í eldin á flatlondum

Møguleiki verður at síggja bæði Herfølge og FCK spæla týdningarmiklar dystir á Sælandi teir næstu dagarnar

Um knappar tvær vikur verður hol sett á eitt nýtt kappingarár í donsku superliguni. Sunnudagin 23. juli verður fyrsta umfarið spælt. Tá skulu meistararnir úr Herfølge spæla á heimavølli ímóti meistaraliðnum í fjør, AaB. FCK skal eisini spæla á heimavølli. Teir fáa vitjan av Haderslev. Felagið í Suðurjytlandi verður fyri fyrstu ferð umboðað í bestu deildini. Tað verður spátt, at tað fer at verða torført at standa seg hjá teimum, men kanska skal ikki ov nógv leggjast í hetta, tí fyri einum ári síðani varð ikki roknað so nógv við teimum. Kortini megnaðu teir at vinna næstfremsta plássið í næstbestu deildini, og harvið fluttu teir beinleiðis upp í superliguna.

Hitt nýggja liðið í superliguni eitur FC Midtjylland. Talan er um eina samanrenning av Herning og Ikast. Nýggja liðið, sum sannførandi vann næstbestu deildina fyrr í summar, skal í fyrsta umfarinum spæla á heimavølli ímóti Lyngby.

Hinir dystirnir í fyrsta umfarinum verða hesir: Brøndby?AGF, AB?Silkeborg og OB?Viborg. Tað vil við øðrum orðum siga, at øll trý feløgini, sum hava føroyskar spælarar í hópinum, skulu í fyrsta umfarinum spæla á Sælandi.


Óvissa í AGF

Tað tykist rættuliga sannlíkt, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið hjá Herfølge, og at Todi Jónsson verður á liðnum hjá FCK. Tað er meiri ivasamt, hvussu tað verður hjá Óla Johannesen, sum hesar síðstu vikurnar hevur stríðst við at koma í besta hópin í AGF.

Í Århus halda teir seg ikki hava ráð at rinda so nógv í løn, sum teir gjørdu í fjør. Tí hava teir boðað fleiri spælarum frá, at tað verður ikki roknað við teimum, og at tað stendur teimum frítt at gera sáttmálar við onnur feløg.

Fleiri spælarar hava tikið hetta til eftirtektar. Tann síðsti er íslendingurin Tomas Ingi Tomasson, sum hevur verið í álopinum og á miðvøllinum hjá AGF. Áðrenn Tomas Ingi flutti til Århus at spæla bólt, spældi hann saman við Una Arge í álopinum hjá Leiftri. Undan vikuskiftinum varð avtala gjørd millum AGF og ÍBV. Felagið í Vestmannaoyggjunum skal fyribils í tríggjar mánaðar leiga álopsmannin. Tað vil við øðrum orðum siga, at nú fer nýggi maðurin í ÍBV at kappast um eitt álopspláss við Allan Mørkøre.

Stórdystir á skránni

Longu komandi dagarnar verður møguleiki hjá føroyingum í danska høvuðsstaðnum at síggja bæði Toda Jónsson og Jákup Mikkelsen royna seg á høgum støði.

Í morgin fáa Todi Jónsson og FCK vitjan av skotska stórfelagnum Celtic. Tann dysturin verður spældur í Parkini í annaðkvøld.

Týskvøldið í komandi viku fara Jákup Mikkelsen og Herfølge at spæla Super Cup dyst á heimavøllinum í Herfølge. Talan er um árligu uppgerðina millum meistaraliðið og tað liðið, sum síðsta kappingarárið vann steypakappingina. Herfølge vann DM, og hevur tískil heimavøll. Mótstøðuliðið verður Viborg, sum vann steypafinaluna. Uppgerðin í Herfølge millum hesi bæði liðini týskvøldið í komandi viku fer at markera, at hol verður sett á eitt nýtt kappingarár. Og annan sunnudag verður so tað fyrsta av í alt 33 umførum í landskappingini á skránni.

jh