Aftur gerandisdagur í Brússel

Aftaná at býurin mest at líkna hevur verið í eini undantaksstøðu síðstu fýra dagarnar, tykist gerandisdagurin endiliga at venda aftur til belgiska høvuðsstaðin Brússel.


Belgiska stjórnin hevur í dag boðað frá, at skúlar og metroin lata uppaftur í morgin, aftaná at hava verið stongd í fýra dagar, meðan myndugleikarnir hava leitað eftir yvirgangsmonnum í kjalarvørrinum av yvirgangsálopinum í París.


Løgreglufólk og hermenn fara tó framhaldandi at vera á vaktarhald á gøtunum í Brússel, tí myndugleikarnir bera enn ótta fyri, at eitt álop, líknandi tí í París, kann henda í Brússel. Væntað verður, at belgiska stjórnin fer at varðveita hægsta tilbúgvingarstøði fram til næsta mánadag.


Fleiri av yvirgangsmonnunum í París búðu í Brússel, og hava belgiskir myndugleikar eisini handtikið fimm persónar, ið sigast at hava tilknýtið til álopið.