Aftur innbrot í nátt

Aftur í nátt hevur onkur óboðin verið á gátt hjá Okkara á Velbastað.

Aftur í nátt hevur onkur óboðin verið á gátt hjá Okkara á Velbastað.

 

Tað kemur meiri enn so fyri, at innbrot eru á bryggjarínum á Velbastað, og so hevur verið aftur í nátt. Óbodnir gestar hava verið á gátt og eru farnir avstað við nakað av øli. 

 

Vakthavandi á løgregludeildini sigur, at løgreglan hevur onkra slóð at elta í málinum.