Ein veikur hátrýstsryggur fer í nátt fram við okkum av vestri og nýggja vikan verður óstøðug, vát, lýggj og við nógvum vindi.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt lítið æl og hitin millum 4 og 8 stig. Í kvøld lot til andøvsgul av vestri, sum í nátt lækkar í ein útsynning, 3 til 8 m/s. Samdrigið, men yvirhøvur turt og hitin millum 2 og 7 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Seinnapartin andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, í annaðkvøld stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á kvøldið regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, um kvøldið eitt skifti upp í skrið, 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á og hitin millum 6 og 10 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, men um kvøldið makar hann vindin. Skýggjað og regn ein part av degnum. Hitin millum 6 og 10 stig.
Hósdagin
Hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s, sum um náttina makar nakað. Skýggjað og regn og hitin millum 6 og 10 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.