Í fleiri vikur hava eingir skottilburðir verið í Keypmannahavn, men í gjárkvøldið máttu fýra fólk á sjúkrahús eftir tríggjar skottilburðir á høvuðsstaðarleiðini. Á Nørrebro vórðu tveir 22 og 20 ára gamlir menn raktir av skotum. Løgreglan heldur, at hesin tilburðurin hevði samband við ein annan tilburð í Herlev fyrr um kvøldið, har ein maður varð skotin í hálsin.
Tann triði tilburðurin var á Østerbro, har ein maður varð særdur í sambandi við eitt innbrot.
Eingin av teimum fýra særdu er í lívsvanda, sigur løgreglan í Keypmannahavn.