Úrslitið eftir skatt er eitt avlop á 7,9 mió. kr., móti einum avlopi uppá 117,5 mió. kr. fyrsta ársfjórðing 2007 ella slakar 110 mió. krónur eftir hæli. Áðrenn virðisjavnan, burturleggingar og skatt er talan um eina afturgongd upp á 3,7 mió. kr. Hóast órógvin á fíggjarmarknaðunum bar í sær minkandi vinningsbýti og kurstap av virðisbrøvum í fyrsta ársfjórðingi av 2008, er stór framgongd í inntøkunum hjá Eik-samtakinum.
Tvey viðurskifti merkja roknskapin hjá Eik-samtakinum fyri 1. ársfjórðing 2008: framgongd er í inntøkum bankans, men órógvin á fíggjarmarknaðunum hevur borið í sær minkandi vinningsbýti og kurstap av virðisbrøvum. Samlað er talan um eina afturgongd í úrslitinum fyri 1. ársfjórðing í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Úrslitið áðrenn virðisjavnan, burturleggingar og skatt er 109,7 mió. kr. móti 113,4 mió. kr. somu tíð í fjør. Orsøkin til afturgongdina á 3,7 mió. kr. er serliga, at vinningsbýtið fyrsta ársfjórðing í ár var 60,5 mió. kr. lægri enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar Eik í tíðindaskrivi.
Órógv á altjóða fíggjarmarknaðunum við fallandi partabrævakursum bar í fyrsta ársfjórðingi við sær, at virðisjavnan av virðisbrøvum og gjaldoyra gjørdust minus 87,9 mió. kr. móti einum kursvinningi á 17,7 mió. kr. somu tíð í fjør.
Samanlagt hevur minkaða vinningsbýtið og virðisjavningin tyngt roknskapin fyrsta ársfjórðing við 166,1 mió. kr. í mun til sama tíðarskeið í 2007.
Úrslitið eftir skatt er tí eitt avlop á 7,9 mió. kr., móti einum avlopi uppá 117,5 mió. kr. fyrsta ársfjórðing 2007.
Inntøkurnar eru nógv øktar, og samanlagt gjørdust rentu- og ómaksgjøld netto 204,5 mió. kr. 1. ársfjórðing 2008 móti 178,8 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri. Hetta er ein vøkstur uppá 25,7 mió. kr. ella 14,4 prosent.
Rentu- og ómaksgjøld fevna eisini um vinningsbýti, sum var 5,0 mió. kr. fyrsta ársfjóðring í ár, samanborið við 65,4 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
- Tað er positivt, at inntøkur bankans vaksa, og at grundleggjandi bankaraksturin er góður. Hinvegin slepst ikki undan, at órógvin á altjóða fíggjarmarknaðunum merkist hjá Eik. Kursirnir á partabrøvum bankans serliga í Atlantic Petroleum og í SPRON vóru óvanliga lágir, tá fyrsti ársfjórðingur endaði. Talan er tó um langtíðar íløgur, og vanliga rættar partabrævamarknaðurin seg aftur, tá ein tíð er umliðin, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.
Leiðslan í Eik-samtakinum væntar framvegis, at úrslitið áðrenn virðisjavnan, burturleggingar og skatt verður 335 mió. kr.