Afturgongur

KLASSIKARI. Í Klaksvík eru tey farin undur at venja »Afturgongur« hjá Ibsen.

 

Pallmynd er gjørd og frumsýningardagur er ásettur

Sjónleikur

Birgir Kruse


Í Klaksvíkar Sjónleikarafelag eru tey av álvara farin undur leikin »Afturgongur«, sum er føroyska týðingin av »Gengangere« hjá Henrik Ibsen (1828-1906). Edward Fuglø ger pallmynd og búnar, og hollendska Caroline Zantonique er leikstjóri.

Longu hevur hon lært fleiri føroysk orð, Caroline. Og hevur eisini varnast kjakið um ymsar máliskur í týðingini hjá Turið Sigurðardóttir. »Hetta er eitt livandi mál« heldur Caroline. »Stuttligt, at man kann kjakast so nógv um mál, og um tað eitir so ella so« heldur hon fyri um mál okkara. Og ikki minst áhugan fyri málinum.

Fimm leikarar eru við í »Afturgongum«, og helst eins mong handan pallin, metir pallmyndastjórin Edward, sum í køkinum í gomlu sýslumanshúsunum sýnir okkum modellið av pallinum.

»Tað er tað psykologiska rúmið, sum eg fari at leggja meg eftir í pallmyndini, ístaðin fyri tað heilt ítøkiliga« sigur hann. »Til dømis regnar tað illani í leikinum. Og í endanum fer alt upp í royk. Sum alt hjá Ibsen, so er eisini tað súmbolskt« sigur Edward.

Hóast eins gamal og handilshølini hjá Leikalund úti í Klaksvík, so er leikurin enn aktuellur, heldur Edward. »Leikurin er um fyribrigdi, sum endurtaka seg. Ibsen hevur eins nógv at siga okkum í dag sum tá. Á einum psykologiskum, ella ondligum støði. Tí brúki eg júst hetta, tað psykologsku dimensiónina og rúmið, sum arbeiðssetning og lyklaorð, tá eg geri pallmyndina« sigur Edward Fuglø.

Leikurin »Afturgongur« verður frumsýndur í Atlantis í Klaksvík hin 10. mars.