Aftursvar til Olavus Jespersen

Ein tjóðveldismaður ættaður »Oman Lon« úr Hovi búgvandi í Tórshavn, hevur eina grein í Dimmalætting 14.2.1997, har hann tekur brot úr einari grein hjá mær og brúkar tað sum svar til tað, sum formaður javnaðarfloksins hevur skrivað.

Tá tað viðvíkur mistøk sum Búskaparráðið hevur gjørt, so eru tað sanniliga eisini mistøk fram av tí stovni, sum Olavus Jespersen situr tryggur á.

Sum tjóðveldismaður er hesin persónur fyri yvirtøk-um, sjálvt um hann veit, at tann yvirtøkan, sum var av skúlafyrisitingini, kostar í dag nógv meira, enn hon kostaði, áðrenn hon varð yvirtikin, uttan at nakar tryggleiki er fyri at arbeiða verður gjørt betur. Tað at yvirtaka bara fyri at tað skal verða føroyskt er ein formur fyri undirlutakenslu. Á sama hátt sum ein loysing skal gjaldast av dønum, um loysingin skal takast, so má Olavus og tjóðveldisflokkurin greitt í tølum siga Føroya fólki, hvat tað kostar og hvørji tað skal ganga út yvir. Tað gongur týðuliga fram av grein hansara, at tey, sum hava borið samfelagið uppi og nú gomul og heilsubrekað, tey skulu ikki vænta nakra sømd frá honum, sum situr í tryggum starvi á skúlafyrisitingini í Tórshavn.

Tað er eingin loyna, at eg sum politikkari øll tey árini eg havi verið aktivur og eisini tey árini eg framyvir komi at vera við í føroyskum politikki fari at verja tey veikastu í samfelag okkara. Eingin ivi um tað.

Tann politikkur, sum flokkur mín stendur fyri er tann, sum eg havi víst til og sum flokkur eru vit teir, sum verja vunnin rættindi. Tað næsta stigið verður at bøta um, soleiðis at vit innan ríkisfelagsskapin fáa tey somu rættindi, sum eru í hinum partinum av ríkinum. Tað verður eitt av okkara krøvum í einari møguligari samgongu. Jú Olavus Jespersen, tey, sum hava slitið fyri samfelagið, skulu hava eina pensión, sum tey kunnu føla seg trygg við. Tey gomlu og sjúku skulu ikki verða gloymd men fáa fulla viðurkenning fyri stríð stítt. Tað manglar nógv enn, tí tey kunnu ikki liva við tí, sum tey fáa, tí tað kann eingin, heldur ikki Olavus Jespersen. Her fer Javnaðarflokkurin at krevja broytingar.

Viðvíkjandi støðu floksins til okkara fiskimenn og inntøkumøguleikar teirra, sum eisini hesin tryggjaði havnamaður finnist at, er at siga, at tað er greitt, at um bert ein møguleiki er at koma av við fong sín, so verður prísurin hareftir. Her tykist sum um tjóðveldismaðurin gongur ímóti, at fiskimenn skula hava eina góða inntøku. Vit eru til reiðar at loysa hetta mál við tað, at landskassin gevur eitt prísískoyti, sum ger, at tað ikki lønar seg at selja uttanlands, og harvið tryggja vit eisini arbeiðsplássini á landi, sum fyri okkum eisini eru avgerðandi.

Viðmerking hansara um tað, at Sverre Midjord er skisofrenur taki eg lætt, men tá Olavus Jespersen tekur soleiðis til »Tey gomlu sjúku og veiku hjá Sverra Midjord« so sárar hetta meg.

Tað ger meg enn meira sannførdan um, at her eigur flokkur mín at standa á varðhaldi. Vit kenna søguna um flokkar, sum bert vildu hava eina reina rasu, har ikki var pláss fyri teimum, sum høvdu hjálp fyri neyðini.

Viðvíkjandi sterku støðu tjóðveldisfloksins sum tryggleiki fyri samfelagnum, hugsar helst tjóðveldismaðurin Olavus Jespersen um undirskrift tjóðveldisfloksins í Danmark í mai 1993, sum álegði Føroya fólki fíggjarognaravgjald av uppspardum peningi.

Hann sigur, at helst eru formaðurin og eg limir í hvør sínum felag. Tað eru vit ikki. Vit vita hvør av øðrum, tí vit eru limir í sama flokki. Tað mugu heldur vera tykkara egnu trupulleikar, har tinglimurin í Tórshavn og formaður tjóðveldisfloksins í Kunoy ikki vita hvør av øðrum. Samt hesar báðar tinglimir tjóðveldisfloksins eru tit ikki greiðir yvir, um tit hava nakað løgmansevni, men tað loysir kanska Olavus Jespersen, sum ættaður er úr gomlu høvdingabygdini Hovi.

Fyri at enda við tí skisofrena, so er tað kanska nakað, sum liggur til ættarbondini »Oman Lon« ella »úr Trøðini í Hovi«.

Har hava vit so kortini nakað felags.


Sverre Midjord