Áhugi er í Ísrael fyri René Shaki

Hann er á listanum hjá HB í morgin, og í seinasta lagi um tvær vikur tekur hann avgerð um, hvar hann nú fer at spæla

René Shaki Joensen var vongverji í høgru í báðum landsdystunum á útivølli - ímóti Danmark og Ísrael

Tað hevur ljóðað í nógvar vikur, at René Shaki Joensen í 2022 ikki fer at spæla við HB, og at hann fer at flyta til KÍ at spæla.

 

Higartil í ár hevur hann verið 21 ferðir á HB liðnum, og tá ið hann einstakar ferðir ikki hevur verið við, hevur søgan fingið bein at ganga á, sum sigur, at tað er tí, at HB og hann ikki enn hava longt samstarvið eisini at fevna um 2022.

 

Í morgin fer HB at spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti NSÍ, og René Shaki Joensen er millum teir, sum eru á listanum hjá HB venjaranum Kevin Schneider. René er ein av seks HB spælarum, sum týskvøldið lendu aftur í Vágum, eftir at teir hava verið á síðstu uttanlandsferðini saman við landsliðnum.

 

Í 3-1 tapinum í Parkini og 3-2 tapinum í Ísrael vóru umframt René S. Joensen hesir HB arnir: Teitur Matras Gestsson, sum vardi málið í Parkini og sat á beinkinum í Ísrael, Hørður H. Askham, sum báðar dystirnar var á vøllinum alla tíðina, Heri Hjalt Mohr, sum varð skiftur inn í báðum dystunum, og Bartal Wardum og Heðin Hansen, sum vóru á beinkinum í báðum dystunum.

 

René Shaki Joensen var vongverji í høgru í báðum dystunum. Í Parkini var hann á vøllinum í 80 minuttir, og í Netanya, tá ið hann fyri 31. ferð umboðaði Føroyar, var hann á vøllinum alla tíðina, og tá varð hann roknaður at vera ein av eyðsýndastu føroysku spælarunum. Tá gjørdu ísraelsku miðlarnir ikki so lítið burturúr, at René Shaki Joensen er hálvur ísraelsmaður, tí pápi hansara er úr Ísrael.

 

Men hvar fer René Shaki Joensen at spæla í 2022?

 

-Avgerðin verður tikin eftir mánaðarskiftið, sigur René S. Joensen, sum eftir landsdystirnar hevur verið í sambandi við útlendskar umboðsmenn:

 

-Tað er rætt, at tveir umboðsmenn, sum hava við feløg í bestu deildini í Ísrael at gera, hava spurt seg fyri. Um hetta verður til nakað, ella hvar eg annars fari at spæla, verður greitt eftir mánaðarskiftið, sigur 28 ára gamli René Shaki Joensen.

 

HB hevur í hvussu so er tveir og kanska tríggjar dystir eftir at spæla í 2022. Tann fyrsti verður í morgin á heimavølli ímóti NSÍ. Tað er fyrra hálvfinalan, og tann seinna verður leygardagin um eina viku í Runavík. Um HB vinnur seg í finaluna, so verður punktum fyri hesum kappingarárinum útsett til leygardagn 4. desember, tá ið finalan verður.

 

René Shaki Joensen var vongverji í høgru í báðum landsdystunum á útivølli - ímóti Danmark og Ísrael