Atlantsflog boðar í dag frá, at í einum regluligum eftirliti av einum av teimum trimum airbus flogførunum, varð komið fram á okkurt, sum skal kannast nærri og umvælast. Av Atlantsflog boða tey frá, at talan er um, at korrosión var funnin í veingaskinninum á flogfarinum, og tílíkt má umvælast beinanvegin.
Hetta merkir, at flogfarið ikki verður tøkt til jóla- og nýggjársflúgvingina, sum tí má tillagast nakað.
Av Atlantsflog harmast tey sum vera man um støðuna. Sambært søludeildini vera 320 ferðafólk rakt í so stóran mun, at neyðugt er at seta seg í samband við tey og møguliga broyta ferðaseðilin hjá teimum. Harumframt verður fráferðin hjá nógvum øðrum ferðandi seinkað í minni mun.
Broytingarnar raka tó ikki alla flúgvingina. Talan er um dagarnar frá 18. til 20. desembur og frá 3. til 6. januar. Flestu fráferðirnar eru útsettar nakrar tímar, men í einstøkum førum eru fráferðirnar avlýstar. Í teimum førunum setir Atlantsflog seg í samband við ferðafólkini, og ger aðra avtalu við tey um flúgving.
Annars er flúgvingin sum ætlað. Neyvari kunning er at finna á heimasíðuni hjá Atlantsflog.