Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:
- Akademiska frælsið er undir álvarsligum trýsti í USA, og tað ávirkar eisini gransking uttanfyri USA. Vit í Føroyum mugu eisini gera okkara til at verja granskingarfrælsið og ikki góðtaka krøv um tillagingar í verkætlanum orsakað av óttanum fyri avleiðingum. Tað sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, er sera ørkymlað av støðuni í USA, nú stovnar, granskarar og lesandi verða trýst beinleiðis og óbeinleiðis og missa fíggjarligan stuðul til arbeiðið. Eisini verður granskingartilfar sensurerað, og dátur verða strikaðar av netinum.
- Vit hoyra, at tað serliga er trýst á økjum sum veðurlag og umhvørvi, javnstøðu og fjølbroytni, heilsu og geopolitikki. Fleiri frásagnir eru eisini um, at granskarar tillaga málbrúkið fyri at sleppa undir radaran av sensuri, sigur Annika Sølvará.
Bjóða granskarum fígging
Í Norðurlondum hava myndugleikar tikið fleiri stig longu. Fyrsta stigið hevur verið at tryggja dátur. Síðani eru fleiri granskingarráð eisini farin at bjóða altjóða granskarum fígging at halda fram við gransking í Norðurlondum. Hetta er beinleiðis ætlað til amerikanskar granskarar.
- Vit í Føroyum mugu fyrst og fremst taka ábyrgd av egnari gransking og tilfeingi. Vit mugu ikki góðtaka krøv um tillagingar í verkætlanum, men hinvegin mugu vit heldur ikki vera bangin fyri samstarvi. Tað hevur alstóran týdning at arbeiða saman við øðrum um ymsu stóru spurningarnar, sum eru átrokandi í dag, eitt nú á veðurlags- og heilsuøkinum. Tað snýr seg eisini um at vera pragmatisk og finna vegir at loysa knútar á vegnum, sigur Annika Sølvará.
Tryggja dátur
Hon mælir til, at føroyskir granskarar framhaldandi deila dátur sínar í open access dátugrunnum í tann mun tað yvirhøvur ber til, men samstundis hugsa um at verja seg fyri dátumissi og sensuri.
Í grannalondunum eru tey farin at seta sjóneykuna á møguligar vandar við at goyma dátur í skýnum hjá stóru tøknirisunum, sum eru amerikanskir.
- Tað er umráðandi, at dátur og annað tilfar verður skipað og goymt væl og trygt. Vit eiga at gagnnýta evropeiska granskingarsamstarvið um goymslu og deiling av dátum, men mugu eisini syrgja fyri at hava avrit liggjandi í egnum landi, sigur Annika Sølvará.