Áki sendi HB á finalukós

Eftir horna skoraði HB sigursmálið, tá ið tað restaðu tríggir minuttir av fyrru hálvfinaluni

Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið HB í góða høgættarveðrinum í Gundadali seinnapartin hevði vitjan av Víkingi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Øll trý málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, og øll vóru skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Bæði HB málini vórðu skorað eftir horna, og málið hjá Víkingi varð skorað við brotssparki.

 

Beinanvegin eftir steðgin og eftir horna úr vinstru frá Dan í Soylu stútaði Ejvind R. Mouritsen við nærra stólpa til 1-0. Eitt korter seinni bríkslaði dómarin fyri brotssparki, sum liðformaðurin hjá Víkingi Sølvi Vatnhamar tók sær av. Í fyrstu atløgu bjargaði málverjin illa plaseraða skotinum, men dómarin bríkslaði fyri umsparki, og tá var einki at rafla um.

 

Tað gekk alla tíðina javnt á, og tað vóru støður og onkrir møguleikar í báðum endum, og bæði Bjarti V. Mørk í HB málinum og Bárður á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi vístu onkra ferðina síni góðu evni, og aðrar ferðir gekk tað illa hjá teimum, ið royndu seg at raka soleiðis, sum tað var ætlað.

 

Tá ið tað kendist sum um, at tað undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Gøtu hósdagin 25. juni, fór at vera púta opið, skoraði HB sigursmálið. Dan í Soylu legði við horna innfyri úr vinstru, og so var tað miðverjin Áki Johannesen, sum rann fram í bóltin og stýrdi hann í handara síðunetið.

 

Síðani 23 ára gamli og evnaríki verjuspælarin undan kappingarbyrjan í fjør flutti úr B68 og til Havnar og HB, hevur tað gingið striltið hjá honum. Í fjør var hann skaddur stóran part av kappingarárinum, og higartil í ár hevur hann bíðað eftir møguleikanum. Nú er Bartal Wardum skaddur, og Áki hevur seinastu ferðirnar verið fastur miðverji, og í dag var hann fyri aðru ferð málskjútti í steypakappingini, síðani hann fór í Gundadal at royna seg.