KÍ lyfti seg í dag við 4-1 heimasigri ímóti B36 uppaftur nærri toppinum í næstbestu deildini. Nú er teinurin fram til toppliðið NSÍ eitt stig. Bæði NSÍ og KÍ hava spælt átta dystir.
Stóri maðurin í Klaksvík seinnapartin var 18 ára gamli Aksel B. Danielsen. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og støðan var 1-1. Fyrstu ferð hann fekk bóltin, skoraði Aksel, og næstu minuttirnar skoraði hann hattrikk, so KÍ vann 4-1.
Klaksvíkingar vóru stórfavorittar, tí mótstøðuliðið var B36, sum burturúr sjey teimum fyrstu umførunum hevði vunnið fýra stig og er næstaftast.
Heimaliðið hevði leikliga yvirvág, men tað tók langa tíð, áðrenn tað eydnaðist at fáa bilbukt við gestirnar.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Eivindur Sørensen, sum úr brotsteiginum sendi bóltin í B36 málið. Gestirnir svaraðu aftur, tá ið tað restaðu trettan minuttir. Pætur Petersen umsetti brotsspark til 1-1.
So var tað, at Aksel Bjartalíð Danielsen varð skiftur inn, og tað gjørdi stóran mu,n.
Eftir innlegg úr høgru frá Jóannesi Danielsen skoraði hann til 2-1, eftir fríspæling frá Peturi Andreassen økti hann til 3-1, og eftir innlegg frá Mikkjali á Bergi var Aksel á rætta staðnum við nærra stólpa, og so staðfesti hann 4-1 sigurin.
Aksel B. Danielsen hevur ikki máltevið frá fremmandum. Pápin er Olgar Danielsen, sum nú er hjálparvenjari hjá ÍF, og sum í síni tíð á besta KÍ liðnum skoraði 78 mál í landskappingini og steypakappingini, og sum skoraði fimm mál í europeisku kappingunum.
Hinir dystirnir í áttanda umfari vera leygardagin
ÍF-Giza Hoyvík: Andreas Josephsen kl. 12.00
Víkingur-HB: Bjarki Danielsen kl. 14.00
B68-NSÍ: J. Hendrik Ellefsen kl. 16.00
AB-TB/FCS/Royn: Jóhan Petur Michelsen kl. 12.00
Støðan
NSÍ 19 stig
KÍ 18 stig
HB 14 stig
AB 12 stig
B68 12 stig
Suðringar 10 stig
Víkingur 9 stig
Giza Hoyvík 5 stig
B36 4 stig
ÍF 0 stig
NSÍ, KÍ, B36 og ÍF hava spælt átta dystir, HB, AB, Suðringar og Víkingur hava spælt sjey dystir, og B68 og Giza Hoyvík hava spælt seks dystir.