Alfabetið

Heri Mohr
----


Í meira enn 160 ár hava før­oyingar brúkt alfabetið, sum V.U. Hammershaimb gav okk­um. Øll hesi árini
hava vit lært og dugað okkara ABC uttanat eins væl og okkara faðirvár. Ják­up á Møn ”kundi at remsa upp ABC” á tólvta ári. Okk­ara alfabet hevur verið eitt avbera gott amboð hjá øll­um, ið skriva og lesa før­oyskt. Einasti trupulleikin í alfabetinum er kanska ð-ið, ið mangan kann arga. Men hóast tað einans sæst á pappír­inum og vanliga ikki hoyrist , eiga vit at varðveita ð-ið. Hesin bókstavurin er tann estetiska sálin í okkara skriftmáli.
Okkara alfabet er sprottið úr tí latínska og í nøkrum førum tí grikska alfabetinum. Okkara alfabet er at kalla tað sama sum tað bretska. Og tað brúka vit hvønn dag. Eftir øllum at døma er ein meiriluti av Málráðnum av teirri áskoðan, at nakað av okkara alfabeti er óføroyskt og tessvegna ónýtiligt. Tað er ørvitistos. Ráðið ætlar at purificera (reinsa) okk­ara alfabet fyri øllum útlendsk­um. Júmen, so hava vit als einki alfabet.
Tað ”føroyska” í okkara alfabeti er í roynd og veru ikki annað enn, at a, i, o, u og y í serligum føri verða skrivað við tí fronsku strikuni accent aigu. Og so ei, ey og oy.
Nú frættist, at ein meiri­luti í málráðnum hevur strekt seg so langt, at teir 5 bók­stavirnir – c, q, w, x og z – ið skulu amputerast, kunnu brúk­ast ad hoc, men teir mugu ikki vera ein partur av alfabetinum.
Sancta Simplicitas!

Í telefonbókini eru c og w og z í túsundatali. Vit fara á WC hvønn einasta dag – í løtuni eisini orsakað av ørskapinum, sum nú av álvara hevur tikið seg upp um okkara alfabet.
Kona Sokrates æt Xan­thippa. X-kynskromo­somið og Sex eru úr somu skuffu. Og hvør er hann, ið ikki dugur at spæla og gita, hvør ið Dr. X er, líka mikið um tey spæla upp á xylofon ella blása í Saxofon? Í Mocam­bique er havnabýurin Xai-Xai. Í býnum Wenchow búgva 1.5 mió. Í Føroyum eru fleiri habilir Xylografar. Tá ið vit taka bíløt (fotografera), er tað vanligt at zooma fyri at fáa góð bíløt. V. U. Hamm­ershaimb stavaði seks við x.
Soleiðis kunnu vit halda fram í tað endaleysa.

Pápi V. U. Hammersheimb, Jørg­en Hammershaimb, ætt­aður úr Schlesien, var sein­asti løgmaður í Føroyum (1806-16) og abbi V.U.H. var ein hatta­makari Johan Hendrik Eg­holm, faðir til Egholm-ætt­ina í Føroyum.
(Við heimastýrislógini í 1948 kom løgmansheitið aft­ur í løgtingið.) Vencelaus Ulricus Hammershaimb fødd­ist 25. mars 1819.
12 ára gamal sigldu V. U. Hammershaimb og mamma hansara við einum skipi hjá Kongaliga Handlinum til Keypmannahavnar, har hann skuldi ganga í skúla. Tey fóru úr Føroyum 20. oktober 1831, og ikki fyrrenn 26. februar 1832 fall akkerið uttan fyri Keypmannahavn. Áhaldandi stormur og álv­ars­lig óhapp vóru or­søk­in til, at siglingsferðin vardi 4 mánaðar. (Edward Mort­ans­son/V. U. Hammershaimb.)
36 ára gamal kom Hamm­ershaimb aftur til Føroya í 1855 og var prestur/próstur her í 23 ár og so prestur í Danmark í 20 ár. Hann doyði í Danmark í 1909 90 ára gam­al.

Í eini fjórðingsøld hevur eitt nationalistiskt virus, sum smittar og er trupult at basa, gjørt um seg í Føroyum. Hetta mutatiónsvirussið er sálar­skeklandi: Í mentan/kulturi; orð í skrift og talu; nøvn og heiti á persónum, stovnum, størvum, amboðum… you name it. Er tað satt, at Skúla­bókagrunnurin hevur ampu­terað alfabetið til skúlabrúks ætlað okkara smáu børnum? Hesi børn hava fleiri við­bera­punkt við c, w og z: mammur, pápar, systkin v.m.

Tað syndarliga er, at hetta verður framt av føroyingum við góðum skúla – yvirhøvur í Danmark – sum ikki tykjast at hava tað stóru virðing fyri ella vitan um, hvussu lívið í Føroyum stigbundið verður sampassað. Hesi folk áttu at hugt í leypin, sum okkara forfedrar og gomlu fólk settu og seta frá sær. Hann er á tremur við lívsroyndum, vitan og lívsmegi.

Vit hava sum sagt eitt hætt­is­ligt virus, sum so ger vart við seg eins og tann herviliga sjúkan uppi í Hoydølum, sum tók meira enn eina hálva øld at verða bast. Tann sjúkan, tuberklarnir, var, eins og um­rødda virus, sera mein hjá ung­um fólki.
Vónandi fer løgtingið skjót­ast gjørligt at áleggja skúla­myndugleikunum at nýta alfabetið, sum í 160 ár hevur verið mønin í skúlauppalingini av okkara børnum og eitt frálíkt am­boð hjá okkara fólki, sum myndaðu okkara kulturellu gulløld. Vit kunnu tríva í rúgvuna: A. C. Evensen, Ras­mus Effersøe, Rasmus Ras­mussen, Símun av Skarði, Mikkjal á Ryggi, Hans Andreas Djurhuus, J. H. O. Djurhuus, Heðin Brú, Martin Joensen og mong onnur. Tað er óhugsandi, at nakar av teimum, ið skapti okkum gull­øldina, høvdu funnið upp á at amputera okkara alfabet.

Vónandi kann eitt samt løg­ting greiða hesa ólukkuligu fløkju. Tað er átrokandi.
Okkara akademikarar hava sjálvandi aðrar og størri upp­gávur í okkara samfelag at arbeiða við enn at vera politiskir rosinpilkarar.