Alifiskurin meir enn triðingin av útflutninginum

Fyrstu 5 mánaðirnar útfluttu vit fyri hálva aðru mia. Hetta er 21% minni enn í fjør. Í fjør fóru fleiri skip av landinum, og tí er minkingin so stór, skrivar Hagstovan. Virðið av útflutta fiskinum er ikki minka so nógv. 65 mió. ella 4%. Tað er serliga virðið av botnfiskinum sum er minka nógv, 22%, meðan nøgdin er vaksin 8%. Her er tað nøgdin av upsa sum vigar mest uppeftir, meðan minni er útflutt av teimum dýraru fiskasløgunum, toski og hýsu.

Útflutningurin av alifiski heldur áfram at vaksa. Virðið til og við mei mánað er oman fyri hálva mia. og nøgdin nærkast 20 tús. tonsum. So nógv er ikki útflutt 5 mánaðarskeiðið jan-mai í nøkrum ári fyrr.

Grannalondini

Búskaparkreppan sum í hesum døgum rakar flestu av heimsins londum, rakar eisini okkara grannalond. Tað er tó ymiskt hvussu útflutningurin hjá teimum ávirkast.

Talvan niðanfyri vísur broytingina í útflutningi hjá nøkrum av okkara grannalondum. Broytingin er útrokna eftir virðinum í lokalum gjaldoyra, so tí skal man verða varin, at samanbera millum londini. Tey londini har gjaldoyra hevur mist virði seinasta árið, Svøríki, Norra, Ísland og Stórabretland, hava størri reelt fall í útflutningi enn tølini her vísa.

Flestu londini uppliva minkandi útflutning. Minkingin er stór, uppí 20-30%. Býta vit útflutningin í matvørur og aðrar vørur er týðuligt, at útflutningurin av matvørum antin minkar minni enn útflutningurin av øðrum vørum, ella veksur meðan hitt minkar.

Orsøkin er helst, at matvørur ikki verða raktar so hart tá eftirspurningurin eftir vørum minkar. Vit síggja eisini í Føroyum, at okkara innflutningur av matvørum er ikki minkaður, meðan vit keypa nógv minni av øðrum vørum.