Alilógin og væntandi virðing

Alivinnan er í dag sera væl rikin. Hon kastar nógv av sær – bæði til samfelagið og til vinnuna. Tað er ómetaliga umráðandi, at tá broytingar verða gjørdar í alilógini, so verður tað gjørt skipað, væl fyrireikað og við so breiðari politiskari undirtøku, sum til ber

Alilógin er bert eitt av fleiri dømum um sera prinsipiellar og týdningarmiklar lógir, ið verða trýstar ígjøgnum Løgtingið í løtuni, uttan nakra veruliga viðgerð. Málið hevur alt ov stóran týdning til at verða druknað í runublaking sum Bill Justinussen í blaðgrein ger, við sínum ósakligu álopum á Tjóðveldi.

 

Í sambandi við nýggju alilógina eru nógvir spurningar, sum áttu at fingið djúptøkna viðgerð, ikki minst spurningurin um fyrimunir og vansar við at flyta eigaramarkið frá 25% til 50%, soleiðis at tvær fyritøkur einsamallar kunnu eiga øll aliloyvini í Føroyum. Uppskotið fokuserar uppá fyrimunirnar, sum sjálvandi eru, men viðgerð stórt sæð ikki vansarnar.

 

Hvørjar samfelagsbúskaparligar avleiðingar hava broytingarnar, ið gjørdar verða, og hvussu nógv økir tað um møguleikan fyri, at útlendingar keypa upp føroysku alivinnuna?

Hvørjar eru avleiðingarnar, um ein fyritøka, sum eigur helvtina av føroysku alivinnuni, kemur í fíggjarligar trupulleikar?

Hvussu ávirkar duopolstøða í alivinnuni alla undirveitaravinnuna?

Skal landsstýrismaðurin hava so víðar kunngerðarheimildir, sum lagt verður upp til?

Skulu alarar kunna leiga økini út? (lógin sigur bæði nei og kortini ja, um landsstýrismaðurin metir at fyritøkurnar hava tørv á tí). Eisini kann hann gera undantak frá 50% eigaramarkinum, og átti tað so yvirhøvur at verið har? Og hvussu við endurgjaldi til alarar, sum missa loyvið?

 

Her eru ómetaliga nógvir spurningar, sum hava fingið sera lítla, og summir als onga viðgerð. Í viðmerkingunum verður fleiri ferðir víst til okkara fremsta kappingarneyta - Norra. Men í Norra gjalda alarar milliónir í loyvisgjaldi umframt eitt promilluavgjald av øllum útfluttum fiski – pengar sum fara til útflutningsmenning og gransking. Heldur ikki hendan viðkomandi spurning er nomið við, og her verður trupult at koma afturumaftur.

 

Í uppskotinum frá landsstýrismanninum er lagt upp til at privatisera firðir og sund, tí loyvini gerast í roynd og veru rullandi, og tá hevði tað verið sera trupult fyri landið at lagt um ella broytt nakað sum helst í allari framtíð. Í skrivandi stund sær tað tíbetur út til, at Løgtingið fer at binda fyri hesa sera óhepnu áseting.

 

Alivinnan hevur ment seg til eina sterka og sunna vinnu, sum kastar nógv av sær í mun til støddina, og tí hyggja útlendingar við vaksandi áhuga hendanvegin. Ongar metingar eru gjørdar av hvussu ætlaðu broytingarnar verða til fyrimuns ella ófyrimuns fyri vinnuna, og fyri samfelagið í longdini.

 

Eg havi staðiliga mælt frá at gera so stórar broytingar uttan at málið hevur fingið tað viðgerð tað eigur. Natúrligt nokk tekur vinnan undir við at so fáar avmarkingar eru sum til ber. Men vit politikarar hava eina heilt aðra uppgávu. Vit skulu í øllum lógarsmíði taka atlit til vinnuna, men vit skulu eisini hugsa mest møguligt samfelagsgagn inn í lógirnar og hugsa bæði 20, 50 og enn longri fram í tíðina. Mín fatan er avgjørt ikki, at alivinnan sum heild er so ótolin eftir hesum broytingum, at lógin ikki kann bíða til hon hevur verið til eina veruliga viðgerð.

 

At málið upprunaliga ikki hevur havt so stóran skund fyri landsstýrismannin er skilligt, tí útkast til lógina varð klárt á heysti í fjør, og hoyringssvørini komin í Vinnumálaráðið longu í januar. Kortini verður lógin ikki løgd fyri Løgtingið fyrr enn seinast í apríl – 7 vikur eftir framløgurfreistina, og skal avgreiðast í hesi vikuni, nú sum samgongan hevur avgjørt at víkja frá øllum tíðarfreistum, so talan verður um reina samlibandsatkvøðuavgreiðslu.

 

Tað er grundleggjandi mangul uppá virðing fyri arbeiðinum hjá nevndini, sum í trý ár hevur arbeitt við málinum. Tað er væntandi virðing fyri Løgtinginum og tað eisini væntandi virðing fyri vinnuni.