Allan Mørkøre fer í næstum aftur til AB at spæla fótbólt. Allan var í fjør partur av AB-hópinum, sum vann felagnum uppflyting, men í ár hevur hann aftur verið í B36.
Har hevur hann tó havt trupult við at vinna sær fast pláss millum teir fyrstu ellivu, og hetta er orsøkin til, at hann hevur valt at fara til AB.
- Eg havi slettis ikki temperament til at sita á beinkinum, og tað er einasta orsøkin. Og lat meg leggja afturat, at hetta hendir í fullari semju við bæði Kurt (venjari í B36 og beiggi Allan, blðm.) og leiðsluna í B36.
Flytingarvindeygað letur upp aftur fyrst í juni mánaði, so fram til tá verður Allan framvegis partur av liðnum hjá B36.
- Eg fari so at gera mítt besta í B36 komandi vikurnar, og eftir tað fari eg so at stríðast fyri AB. Mær dámdi væl í felagnum í fjør, og nú verður setningurin so at skava nøkur stig saman í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting, sigur Allan.
Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, sigur, at eisini teir hava fingið boðini um, at Allan ynskir at sleppa úr felagnum.
- Vit hava ikki loyst hann endaliga úr sáttmálanum enn, men hetta verður so sjálvandi nakað, sum vit taka upp saman við Allani ein av fyrstu døgunum, sigur Kristjan.
Enn er ikki greitt, hvørt B36 fer at leita eftir nýggjum áleypara til hópin, nú Allan fer til AB. Tað hevur ljóðað, at felagið hevur havt samband við eitt nú Paul Clapson hjá KÍ, men hetta hevur Kristjan á Neystabø als ongar viðmerkingar til.