Allan: Nú eiga vit nógv hepni til góðar

Fótbóltur: Føroyski venjarin iðraði seg um skotsku málini, men hann var stak væl nøgdur við føroyska avrikið í 2. hálvleiki

Upp ímóti hálvthundrað møttu til tíðindafundin í Aberdeen, og meðan tíðindamenninir bíðaðu eftir at landsliðsvenjararnir skuldu koma fekst ein kensla av, at teir ikki heilt vistu, hvat teir skulu halda um hetta. Onkur spældi hástórur, hevði hug at niðurgera føroyska liðið og helt fyri, at tað skuldi eingin billa inn í hann, at nakrar av føroysku spælarunum var á veg til Liverpool FC. So mndi tað heldur vera ein fótbóltsskúli í Liverpool, at talan var um! Men hesin fekk ikki undirtøku frá øllum. Hvussu tað var við virðingini fyri føroyingum mundi tað vera so sum so við, men tað var eingin ivi um, at teir sóu nógv upp til føroyska venjaran:

? He is a great manager, var tað ein, sum tók til, tá Allan Simonsen skundaði sær í umklæðingarrúmið aftur, og danin við nógvu altjóða royndunum visti, hvussu hann skuldi takla bretar. Hann var fólkaligur, rósti skotska liðnum og venjaranum og takkaði fyri stóran blíðskap, men hann duldi heldur ikki, at hann var eitt sindur vónsvikin av mátanum, sum Føroyar høvdu tapt uppá, og seinni útgreinaði hann hetta fyri Ítróttarsosialinum:

? Vit spældu so at siga ikki fótbólt í fyrra hálvleiki, og tað harmar meg almikið, tí eg visti og fekk staðfest í 2. hálvleiki, at vit megnaðu at spæla fótbólt móti teimum. Okkara menn lógu alt ov langt frá mótstøðumonnum, og okkara menn tordu alt ov illa at hava bóltin og spæla bóltin í 1. hálvleiki. Vit tosaðu um hetta í steðginum, og tað var nógv betri í 2. hálvleiki. At tapa 2-1 móti Skotlandi er í sær sjálvum eitt sera heiðurligt úrslit, men tá vit hugsa um gongdina síðani summarsteðgin og um, hvussu teir fingu síni mál, so iðrar tað meg, at vit ikki fingu javnleikin. Men soleiðis er fótbóltur.

Allan Simonsen roknaði við, at eina ferð fer eydnan at venda, og skotska pressan vildi hava at vita, um tað fór at vera, tá Skotland kemur til Føroya. Tað vildi Allan Simonsen ikki afturvísa, men tað mundi kitla skotunum í oyra, tá venjarin segði, at hann framvegis heldur Kekkia og Skotland vera mest uppløgdu boðini uppá pláss í EM-endaspælinum um knøpp tvey ár.


Orkan

Allan Simonsen hevði kvítt eitt sindur fyri, at møðin skuldi fara at gera um seg í 2. hálvleiki, tí spælararnir høvdu spælt tveir dystir í fýra dagar og ferðast heilt til Litava og aftur til Skotlands, men tað bilti ikki:

? Vit vunnu 2. hálvleik 1-0, og vit vóru alt betri við í spælinum, sum tíðin leið. Tað síggi eg sum sjónligt tekin um, at tað verður arbeitt nógv og miðvíst í føroyskum fótbólti, var niðurstøðan hjá venjaranum.