Allan Simonsen: »Eg skal skiljast«

Allan Simonsen skal skiljast frá konuni Anette, eftir at hava verið giftur við henni í 22 ár

Eftir at hava verið giftur í 22 ár, skal føroyski landsliðsvenjarin Allan Simonsen skiljast frá konuni Anette. Tey bæði eru vorðin samd um at sepererast fyri seinni at blíva skild.

­ Orsaka av okkara trimum døtrum, vóni eg, at hetta kann ganga so pínuleyst fyri seg sum yvirhøvur gjørligt, segði Allan Simonsen við Ekstrablaðað mánadagin.

Blaðið, sum vanliga ikki leggur fingrarnar ímillum, brúkti alla forsíðuna til søguna um, at tiltikni danski fótbóltsspælarin skal skiljast.

­ Vit hava hugsað um hetta leingi, og vit eru vorðin samd um at skiljast. Men tað hevur ikki verið lætt at taka hesa avgerðina, eftir tey nógvu, góðu árini, sum eg og Anette hava havt saman, sigur Allan Simonsen.

­ Eg rokni ikki við at hetta fer at fáa ávirkan á mítt starv sum landsliðsvenjari í Føroyum. Eg eri sera glaður fyri tað starvið, og tað ger, at eg framvegis tætt kann fylgja altjóða fótbólti.

Allan Simonsen hevur longt sáttmála við FSF og skal eftir ætlan halda fram sum føroyskur landsliðsvenjari fram til 1999.

Allan Simonsen býr framvegis í húsunum, sum hann og familjan búðu í. Tær tríggjar døtrarnar eru Louise, sum er 13, Bianca, sum er 15, og Camilla, sum er 20.