Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, er á veg í eitt starv hjá danska 1. deildarfelagnum, FC Fredericia, veit spoten.tv2.dk at siga. Felagið hevur boðað frá einum tíðindafundi klokkan 10 í morgin, og roknað verður við, at Allan Simonsen fer í eitt nýtt starv hjá felagnum.
Formaðurin, Stig Pedersen, fer at boða frá einum av størstu nøvnunum í donskum fótbólti, og talan er um eitt nýtt starv.
Høvuðspersónurin umframt venjarinh, Thomas Thomasberg verða til staðar, og tí er ikki lagt upp til, at Allan Simonsen vberður nýggjur venjari í felagnum.
Allan Simonsen hevur spælt 55 landsdystir fyri Danmark, og hevr spælt í Vejle, Mønchengladbach og Barcelona. Hann var kosin besti fótbóltsleikari í Europa í 1977.