Haukar vóru í dag á vitjan hjá føroyingaliðnum, KA í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag.
Haukar vunnu dystin tepurt 29-28. Í steðginum vóru Haukar á odda 15-14.
Hóast tapið var tað gleðiligt sæð við føroyskum brillum, at Allan Norðberg aftur var á vøllinum í dag aftaná eina skaðafráveru.
Allan skoraði trý mál, og Nicholas Satchwell bjargaði fimm málroyndum hjá Haukum tá hann var á vøllinum. Nicholas er í harðari kapping við Bruno Bernat, ið eisini er ein sera stinnur málverji.
KA spælir ikki aftur fyrrenn 5. februar. Íslendska manslandsliðið skal taka lut í HM-endaspælinum, ið verður í Svøríki og í Pólandi í januar, og tí liggur kappingin still í januar.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Valur | 13 | 11 | 1 | 1 | 445:372 | 23 |
2 | FH | 12 | 8 | 2 | 2 | 366:350 | 18 |
3 | Afturelding | 13 | 7 | 3 | 3 | 393:369 | 17 |
4 | Fram | 13 | 6 | 3 | 4 | 388:381 | 15 |
5 | ÍBV | 12 | 6 | 2 | 4 | 401:372 | 14 |
6 | Haukar | 13 | 6 | 1 | 6 | 392:375 | 13 |
7 | Stjarnan | 12 | 5 | 3 | 4 | 353:343 | 13 |
8 | Selfoss | 12 | 5 | 1 | 6 | 353:366 | 11 |
9 | Grótta | 11 | 3 | 3 | 5 | 302:302 | 9 |
10 | KA | 13 | 3 | 3 | 7 | 374:393 | 9 |
11 | ÍR | 12 | 2 | 1 | 9 | 334:403 | 5 |
12 | Hörður | 12 | 0 | 1 | 11 | 354:429 | 1 |