Føroya Arbeiðarafelag hevur nú í eina tíð arbeitt við at seta á stovn eina lívstrygging fyri limirnar.
Og nú er við at koma undir land við hesum.
Ingeborg Vinther sigur, at nógvir ymsir møguleikar eru kannaðir, men nú halda tey seg hava funnið fram til ta røttu loysnina.
Ein trupulleiki er, at antin skal inngjaldið í tryggingina skattast, ella skal tryggingin skattast, um hon verður útgoldin.
Sjálvi halda tey, at tað er frægast, at inngjaldið verður skattað, tí tað er hóast alt so lítið, at tað verður ikki lagt merki til.
Hinvegin verður tað hildið at verða óheppið, um ein doyr,og tey, sum sita eftir so fáa trygging útgoldna, men so skulu noyðast at betala kanska helvtina í skatti.
Samhaldsføst skipan
Føroya Arbeiðarafelag heldur at tað er rættast at stovna eina samhaldsfasta skipan, har tey, sum sita eftir, altíð fáa líka, sama, hvussu gomul hann, ella hon er, sum doyr frá teimum.
Annars er tað vanligt, at útgjaldið frá tryggingin hækkar so líðandi og er hægst í bestu árum, men lækkar so aftur og fellur burtur tá ið trygingartakarin felllur 67 ár.
Ingeborg Vinther sigur, at tað kemur ofta fyri, at eisini fólk, sum eru komin upp í árini hava húsaskuld at dragast við, ella tey hava veðhildið fyri børnin.Tí heldur FA, at øll ímillum 18 og 67 ár skulu fáa líka, hóast henda tryggingin er dýrari enn hin.
Trupult mál
Men at skipa eina lívstrygging fyri limirnar í FA er eitt tekniskt øgiliga trupult mál.
Tí gjøgnumtrekkurin av limum er stórur.
Fyrr hevur aðalfundurin í FA samtykt, hvør skal hava rætt at fáa trygging útgoldna.
Í stórum eru treytirnar hesar:
1) Viðkomandi skal verða limur í FA táið hann/hon doyr
2) Viðkomandi skal hava verið limur seinastu tvey árini, ella skal samanlagt hava verið limur í fimm ár.
3) Tey seinastu tvey árini skal viðkomandi hava forvunnið minst 50% av inntøkuni frá arbeiði, sum er undir av høvuðssáttmálanum hjá FA, ella sum er undir sáttmála, sum FA hevur góðkent. Ella skal viðkomandi í sama tíðarskeiði hava arbeitt minst 16 mánaðir undir hesum sáttmálaøkjum.
Tann sum lýkur treytirnar undir 1 og 2, men ikki heilt lýkur treytirnar í trý, kann undir vissum umstøðum fáa niðursett útgjald, roknað út eftir inntølkuni, hann hevur havt av arbeiði undir sáttmálar hjá FA.
Tó kann parttíðarsettur varðveita rættin til fult útgjald, um hann, ella hon, rindar grunninum gjald, sum nevndin ásetur.
Eftirsitandi hjá limi, sum lúka treytirnar undir 1 og 2, men sum hava verið burtur úr arbeiði av sjúku, kunnu fáa lívstrygging, um hann, ella hon, meðan tey hava verið sjúk, hava goldið grunninum gjald, sum nevndin hevur ásett.
Aðalfundurin gav nevndin í Føroya Arbeiðarafelag heimild at arbeiðara víðari við málinum
Og aðalfundurin tók eisini undir við, at talan bleiv um eina samhaldsfasta trygging, so at øll fáa líka, sama, hvussu gomul tey eru.