1. apríl verða umfatandi bygnaðarligar broytingar gjørdar hjá Postverkinum. Hetta er ein liður í at fáa arbeiði hjá Postverkinum at virka betri, og hevur millum annað við sær, at allir pakkar, sum skulu tollavgreiðast, verða avgreiddir í Havn. Í løtuni verður hetta eisini gjørt á Tvøroyri, í Runavík og í Klaksvík.
- Allir pakkarnir, sum skulu tollavgreiðast koma longu til Havnar, og tí fer hetta at gera tænastuna hjá okkum skjótari. Samstundis, sum royndir uttanlands vísa, at tað loysir seg best at avgreiða allan toll, fyrstu ferð ein pakki verður handfarin. Tað sum vit við broytingini royna at sleppa undan, er drúgva samskiftið, ið kann stinga seg upp millum tollvaldið og kundar okkara um tollskjøl, sigur stjórin á Postverkinum.
Hann grundgevur fyri hesum við at siga, at hvør pakki tekur styttri tíð at avgreiða, tá tað eru fleiri pakkar, enn tá teir eru fáir.
Orð sum rationalisering og effektivisering plaga at merkja uppsagnir, men hetta vil hann ikki diskutera.
- Meiningin er at veita kundanum betri tænastu til hini tilboðini hjá Postverkinum, og umskipanir av fólki verður diskuterað internt, sigur hann.
Fólk skeptisk
Sofus Clementsen er greiðir yvir, at nógv fólk kunnu vera skeptisk viðvíkjandi broytingunum, ið verða gjørdar, men hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til, at pakkar, sum allir koma til havnar, skulu tollavgreiðast aðrastaðni.
- Fólk eru ofta skeptisk áðrenn ein broyting verður gjørd, men aftaná finna tey útav, at tað ikki er so galið. Hetta sóu vit til dømis við kurértænastuni í Havn. Eg rokni við, at tað verður tað sama í hesum føri, sigur stjórin, sum ikki dugir at koma í tankar um nakra orsøk til, at tollavgreiðsla skal vera úti um landið.
Kurértænastan
1. apríl verður eisini ein onnur broyting gjørd. Hon er, at kurértænastan, sum bert hevur verið galdandi fyri Havnina, nú kemur at virka kring alt landið.
- Vit stremba eftir at hava tilboð, sum geva kundanum bestu tænastuna. Hetta er til dømis við kurértæanstuni, sum mest royndu postboðini taka sær av, sigur Sofus Clementsen. Hann vísir somuleiðis á, at teir fýra leiklutirnir, sum kurérarnir fylla eru heilivágur, pengar, pakkar og postur, har tørvur er á at tosa við móttakaran.
Kurértænastan merkir sambært stjóranum, at postverkið fer at røkka betri út til fólkið.
- Við vanligu posthúsunum úti um landið røkka vit ikki heilt út til brúkaran. Við kurértænastuni røkka vit til fólk øll fólk, tá tey hava tíð til tað, sigur Sofus Clementsen.
Posthúsini broytast
Sum er, eru 21 posthús kring landið, hetta er eitt lógarkrav fram til fyrsta dagin í 2011, men soleiðis verður ikki í framtíðini.
- Posthúsini, vit kenna í dag, fara helst í søguna, men fram til 2010 verða hesi 21 posthúsini og eftir tað, kann talið fara niður í sjey. Vit fara heldur at umskipa og menna tænastuna hjá okkum, soleiðis at fólk fáa betri atgongd til tænasturnar hjá okkum. Um tað merkir fleiri postbilar ella okkurt annað, má tíðin vísa, tí hetta nakað, vit skulu finna útav so hvørt, sum vit læra, tí sum partafelag í vinnu laga vit okkara tænastur til kundans tørv sigur stjórin á Postverki Føroya. Hann leggur afturat, at leisturin, sum Postverkið hevur valt, líkist nógv svensku skipanini, men at tað eisini eru slóðbrótandi hugskot í føroysku skipanini, sum fólk innan postverk í heiminum eru sera spent um.
Sofus Clementsen leggur somuleiðis stóran dent á, at postverkið skal nøkta basala tørvin innan sítt øki kring alt landið.