Allir tryggingartakarar í TF hava atgongd til aðalfundin

hjá Ognarfelagi Tryggingartakaranna, sum verður fríggjadagin 4. apríl kl. 17 á Hotel Hafnia, men tú mást boða frá hesum skrivliga í seinasta lagi mánadagin 31. mars

Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur ársaðalfund á Hotel Hafnia fríggjadagin 4. apríl kl. 17. Allir tryggingartakarar í Tryggingarfelagi Føroyar hava atgongd til aðalfundin, men tú mást skrivliga boða frá luttøku í seinasta lagi 5 dagar frammanundan til høvuðsskrivstovuna.

Tú hevur talurætt, men ikki atkvøðurætt. Hetta tekur umboðsráðið sær av.

Á fundinum koma 3 broytingaruppskot til viðtøkurnar til atkvøðugreiðslu:

1.     at gera tað lættari at luttaka á aðalfundi

2.     um val av fundarstjóra og

3.     áseting viðvíkjandi avlopi ella halli

Tú kanst boða frá luttøku við at

·      fara inn á heimasíðuna tf.fo, velja aðalfundur og melda teg til ársaðalfundin

·      senda mail til tf(at)trygging.fo

·      senda fax til 345601

·      ella senda skriv

Men hetta má verða gjørt innan mánadagin 31. mars.

Johan Petersen,

umboðsráðslimur