Almannaverkið bjóðar viðlíkahald av um 100 bilum út

Almannaverkið eigur umleið 169 akfør, og nú verður viðlíkahaldið av umleið 100 teirra boðið út. Talan er millum annað um dekkskift, oljuskift og verkstaðstænastur.

Gjaldstovan hevur í morgun lýst eftir veitarum, sum vilja gera rammusáttmála um dekk og oljuskift til bilar hjá Almannaverkinum.

 

Almannaverkið eigur sambært útboðnum umleið 169 akfør, og umleið 100 teirra eru fevnd av útboðnum. Ætlanin er at gera ein rammusáttmála, sum skal galda í trý ár. Eisini aðrir almennir stovnar kunnu koma upp í sáttmálan, um teir hava áhuga.

 

Yvirlitið, sum fylgir útboðnum, vísir ein fjølbroyttan bilaflota við persónbilum, sjeysetarum, vørubilum og bussum. Har eru millum annað bilar frá Ford, Toyota, Volkswagen, Skoda, Hyundai, Citroën, Renault, Fiat og Peugeot.

 

Bæði bensin-, diesel- og elbilar eru í flotanum.

 

100 dekkskift um árið

 

Príslistin í útboðnum gevur eisini eina ábending um, hvussu stórt arbeiðið væntast at verða.

 

Metta árliga nýtslan er 100 dekkskift. Harumframt verður roknað við keypi av 16 nýggjum summardekkum og 16 nýggjum vetrardekkum um árið.

 

Almannaverkið roknar eisini við 33 oljuskiftum um árið. Oljuskiftið skal helst gerast samstundis sum dekkskiftið.

 

Harumframt verður biðið um prís upp á verkstaðstíma og tænastuna at heinta og koyra bilarnar aftur. Mett verður, at tørvur verður á at heinta og lata aftur umleið 50 bilar um árið.

 

Veitarin skal eisini kunna hava dekk á dekshotelli. Her er metta nýtslan 90.

 

Tá nýggj dekk verða keypt, verður kravt góðskustøði sum Continental, Goodyear, Michelin ella líknandi.

 

Prísurin avger alt

 

Í sjálvum útboðnum er prísur einasta vektingin – 100 prosent.

 

Freistin at seta spurningar er 31. august klokkan 12, meðan tilboð skulu vera latin inn í seinasta lagi 7. september klokkan 12. Ætlanin er at kunngera vinnaran 14. september, og veitingin skal eftir ætlan byrja 21. september.

 

Útboðið varð kunngjørt á Keypsportali landsins í morgun, 24. august.

 

Kelda: Gjaldstovan/Keypsportalur landsins