Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur í minniluta og ávarar um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda.
Vinnunevndin hevur nú skrivað álit í uppskotinum um 750 serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri fiskiárið 2026.
Fiskidagarnir hjá bólkinum vóru uppi í august, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tí skotið upp at lata 750 dagar afturat.
Meirilutin í Vinnunevndini – Ben Arabo, Atli F. Johansen, Árni Skaale, Erhard Joensen, Fía Selma Nielsen og Steffan Klein Poulsen – tekur undir við uppskotinum.
Tey vísa á, at miðalavreiðingin higartil í ár hevur verið 440 kilo fyri hvønn fiskidag. Verða 750 dagar lagdir afturat, svarar tað sostatt til umleið 330 tons av fiski. Meirilutin metir ikki, at hetta fer at hava stórvegis ávirkan uttan fyri bólk 5 B.
Vilja hava 150 kilo sum minstamark
Meirilutin heldur tó, at fleiri lýti eru í skipanini.
Millum annað verður mælt til, at ein avreiðing skal vera í minsta lagi 150 kilo, áðrenn hon telur sum ein fiskidagur.
Í 2025 vóru 559 avreiðingar undir 150 kilo. Hevði eitt slíkt minstamark verið galdandi tá, høvdu hesir 559 dagarnir ikki verið taldir sum nýttir fiskidagar.
Meirilutin vil eisini hava bólkarnar 5 A og 5 B javnsettar við hinar bólkarnar, tá tað snýr seg um sokallaðu buffaraskipanina, har óbrúktir dagar kunnu flytast til næsta ár.
Harumframt verður landsstýrismaðurin biðin um at hækka markið á 200.000 krónur í avreiðingarvirði fyri at verða flokkaður í bólk 5 A. Eisini markið á 150.000 krónum fyri aðra arbeiðsinntøku eigur sambært meirilutanum at verða hækkað.
Minnilutin: Kunnu skjótt verða uppi aftur
Eirikur í Jákupsstovu er einsamallur minniluti og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Hann vísir á, at upp ímóti 350 bátar hava verið virknir í bólki 5 B í ár. 750 dagar býttir millum 350 bátar eru bert 2,14 dagar í part.
Tí kann væl henda, sigur hann, at eisini teir 750 eyka dagarnir eru brúktir, áðrenn september er farin.
Minnilutin heldur eisini, at tað verður torført at nokta øðrum bólkum fleiri fiskidagar, um grundgevingin fyri at lata bólki 5 B fleiri dagar bara er, at dagarnir hjá teimum eru uppi.
Óttast fyri MSC-góðkenningini
Størsta fyrivarnið hjá minnilutanum snýr seg tó um umsitingarætlanina fyri tosk, hýsu og upsa undir Føroyum.
Eirikur í Jákupsstovu vísir á, at umsitingarætlanin í løtuni er til ummælis hjá ICES, og at fleiri hoyringarpartar hava mælt frá at víkja frá henni.
Vandi kann vera fyri, at hetta ger tað truplari hjá ICES at viðmæla umsitingarætlanina. Tað kann aftur fáa avleiðingar fyri MSC-góðkenningina av føroyska upsafiskiskapinum, verður ført fram.
Sambært upplýsingum, sum eru komnar fram undir nevndarviðgerðini, kunnu teir 750 dagarnir geva umleið 300 tons av toski afturat og eitt avreiðingarvirði á umleið 10 milliónir krónur.
Men missir upsafiskiskapurin MSC-góðkenningina, kann mista útflutningsvirðið sambært minnilutanum verða fleirfalt størri – og tað kann raka ár eftir ár.
Minnilutin tekur tó undir við meirilutanum í, at skipanin fyri bólk 5 eigur at dagførast. Hann heldur, at landsstýrismaðurin heldur eigur at gera eina varandi loysn fyri bólkin enn at lata fleiri fiskidagar, hvørja ferð dagarnir eru uppi.
Álitið varð undirskrivað í Vinnunevndini í dag, 24. august.










