Verið ansin, rennidagur í Skúlanum við Løgmannabreyt

Skúlin við Løgmannabreyt skipar fyri rennidegi týsdagin 25. august 2026

Tíðindaskriv:

 

Byrjað verður at renna kl. 10. tá ið Høgni Joensen, skúlastjóri, skjýtur renningina í gongd. 

 

Liðugt er umleið kl. 11.45.

 

Runnið verður fyrst omaneftir á gongubreytini fram við Løgmannabreyt, síðani inn í Ansiasgøtu og inn í Maritugøtu og eftir gøtuni oman í Kirkjustræti yvir til Hoyvíkshøllina. Síðani niðan eftir á gøtuni í Dalinum langa niðan til Klingruna. Hagani á gongbreytini yvir til rundkoyringina og so oman eftir gongubreytini fram við Løgmannabreyt og í skúlan.

 

Vónað verður, at bilførarar at sýna serligt ansni í økinum, meðan renningin er.

 

##med2##

 

Vegna Skúlan við Løgmannabreyt

 

Jón Kragesteen, varaskúlastjóri