24. august 1991 sendi táverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann-Jensen eina telefax við boðum um, at Danmark skuldi taka upp aftur diplomatisku sambondini við Estland, Lettland og Litava, sum høvdu loyst seg frá Sovjetsamveldinum.
Danmark var sostatt millum fyrstu londini í heiminum, sum tóku upp aftur diplomatisku sambondini við tey trý baltisku londini.
Hetta vísir Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, á í dag, nú 35 ár eru liðin.
– Fyri Danmark snúði tað seg ongantíð bara um samhaldsfesti. Tað var ein ásannan av, at frælsi og trygd teirra eisini er okkara, skrivar hann.
Ukraina stríðist sama stríð
24. august er samstundis tjóðardagur og sjálvstýrisdagur Ukraina. Í ár fellur dagurin júst hálvtfimta ár eftir, at Russland fór undir fullfíggjaða innrásina í Ukraina 24. februar 2022.
Lars Løkke Rasmussen heldur, at støðan í dag vísir, hvussu viðkomandi lærdómurin frá Baltikum framvegis er.
– Í dag er Baltikum fremsta verjulinjan í Evropa, tí sami ágangarin úr eystri aftur hevur víst, at hernaðarlig megi og hybridálop eru politisk amboð, sum tey eru sinnað at brúka, skrivar hann.
Hann vísir á, at minni um herseting og kúgan framvegis livir sterkt í Estlandi, Lettlandi og Litava, og at søgan hevur lært fólkið har, at frælsi ikki er nakað, sum kann takast fyri givið.
Frá Sovjetsamveldinum til ES og NATO
Løkke vísir eisini á stóru broytingarnar, sum baltisku londini hava verið ígjøgnum síðani sjálvstýrið. Úr miðstýrdum búskapum eru tey vorðin nútímans marknaðarbúskapir og limir í bæði ES og NATO.
Nú er tað Ukraina, sum stendur mitt í stríðnum, sigur danski uttanríkisráðharrin.
– Nú eru tað ukrainararnir, sum stríðast. Okkara felags stríð, skrivar Lars Løkke Rasmussen.
Hann leggur afturat, at danska engagementið í bæði Baltikum og Ukraina er sterkari enn nakrantíð.
– Tí teirra frælsi er ein fortreyt fyri okkara. Tað skilti Uffe Ellemann fyri 35 árum síðani. Og tað er líka satt í dag.











