B68 venjarin er sagdur úr starvi

Leitað verður nú eftir nýggjum venjara, sum skal vera við til at bjarga liðnum undan at flyta niður

B68 endar samstarvið við Alexander. Tað boðar Tofta Ítróttarfelag frá í kvøld. Sagt verður soleiðis í tíðindaskrivi:


Aleksander Jovevic verður ikki venjari hjá B68 restina av kappingarárinum.


B68 hevur tikið avgerð um at enda samstarvið við Aleksander Jovevic, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í ár. Eisini gevst hjálparvenjarin Nenad Saric.


B68 takkar Aleksander og Nenad fyri, at teir við stórum elduga hava lagt nógva tíð og orku í venjarastavið og ynskja teimum alt tað besta framyvir.


Í løtuni verður arbeitt við at finna eina loysn við nýggjum høvuðsvenjara og hjálparvenjara til venjaratoymið hjá besta mansliðnum hjá B68.


Nærri kunning kemur seinni, skrivar B68 í kvøld.

 

Nú tað resta sjey umfør av ársins landskapping í Meistaradeildini er B68 aftast við 15 stigum. Tað eru tvey stig fram til 07 Vestur og fimm stig fram til Skála ÍF og EB/Streym.

 

Næsti dystur hjá B68 verður sunnudagin í Gundadali ímóti B36.

 

.