700 gestir hava vitjað Fjóskafé'ina í summar

- Eftir ætlan verður kafé'in opin aftur næsta summar, sigur bóndakonan, Bára Joensen

 

Á loftinum á Varmakeldugarðinum í Gøtudali hevur hugnalig Fjóskafé verið hvønn týsdag alt summarið.

 

- Undirtøkan hevur verið sera góð, tí umleið 700 gestir hava vitjað kafé'ina í summar.

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag - www.eysturkommuna.fo 

 

Tað er bóndakonan, Bára Joensen, sum stendur fyri kafé'ini, og hon hevur fingið góða hjálp frá dóttrini, Brynhild og verdóttrini, Selmu. 

 

Nú hevur Bára havt Fjóskafé'ina opnað fyri seinastu ferð hetta summarið.

 

- Eftir ætlan verður kafé'in opin aftur næsta summar, sigur Bára Joensen, sum leggur aftrat, at kanska kemur hon at hava opið onnur tíðarskeið á árinum eisini.

 

Á kafé'ini hava tey selt eitt nú suppu, breyð við føroyskum viðskera og okkurt gott omaná. Eisini hava tey selt ein heilt serligan ís, sum er gjørdur úr mjólk frá garðinum.

 

Ferðavinnan í Eysturkommunu er økt nógv seinastu árini, og tilboðini eru blivin fleiri. 

 

##med2##

 

- Tað eru ikki bara ferðafólk, sum fáa ágóðan av hesum, tí kafé'in hevur verið sera nógv vitjað av føroyingum - eisini ommum og abbum, ið hava verið biltúr við ommu-og abbabørnum í góðveðrinum.

 

Lagt verður aftrat, at fyri eysturbúgvar og føroyingar annars, sum ferðast í egnum landi, hevur tað verið serliga gleðiligt, at Fjóskafé'in hevur verið opin. 

 

- Tað hevur nevniliga borið til í summar at vitja hugnaligu kafé'ina saman við familju og vinum - og notið ein leskiligan stuttfluttan ís og annað gott frá garðinum.

 

##med3##

 

 

Bóndakonan, Bára Joensen, stendur fyri Fjóskafé'ini