Almenn framførsla av Gullhornunum

Mándagin og týsdagin fara 12 donsk ungfólk við menningartarni at framføra tveir leikir á Glyvrum og í Vestmanna

Mánadagin 18. mai og týsdagin 19. mai fara 12 donsk ungfólk við menningartarni at framføra tveir leikir ? Gullhornini og ein krimileik. Framførslurnar verða í Glyvra og Vestmannaskúla, báðar dagarnar klokkan 11.00.

Ungfólkini eru í nakrar dagar saman við starvsfólkum á vitjan í Føroyum.

Eisini ynskja tey at koma á tal við leiðarar á stovnum, verkhúsum og umboðum fyri sosialu myndugleikanar í Føroyum at greiða teimum frá hvørji tey eru.

Hósdagin framførdu tey fyri fullum sali í Læararskúlahøllini.

Øll eru vælkomin til framførslurnar, sigur Javni vegna

fyrireikararnar.