Tað verður evnið á almennum fundi í Norðurlandahúsinum mánadagin.
Fróðskaparsetur Føroya skipar mánadagin 17. august frá klokkan 13 til 16 fyri almennum fundi um framtíðar fiskivinnustýring.
Fundurin verður í Norðurlandahúsinum og er partur av altjóða ráðstevnuni IIFET 2026, sum Fróðskaparsetrið skipar fyri.
Á fundinum fara føroyskir og útlendskir serfrøðingar og politikarar at viðgera, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin.
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur fundin.
Daði Már Kristófersson, fíggjarmálaráðharri Íslands, fer síðani at greiða frá íslendskum royndum við fiskivinnustýring og leiklutinum hjá búskaparligum og samfelagsligum atlitum.
Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fer at leggja fram eitt føroyskt sjónarhorn og viðgera javnvágina millum vísindi, politikk og vinnulív í fiskivinnustýringini.
Eisini verða framløgur frá Erin Steiner frá NOAA um amerikanskar royndir við at fáa búskaparliga og samfelagsliga vitan inn í fiskivinnuráðgeving og frá Angelu Munch, sum fer at leggja fram sjónarhornið hjá ICES.
Eftir framløgurnar verður pallborðskjak undir leiðslu av Alan Haynie, aðalskrivara í ICES.
Í pallborðinum verða eftir ætlan Bárður á Steig Nielsen, Daði Már Kristófersson, Angela Munch, Unn Laksá, Erin Steiner og Durita í Grótinum, stjóri í Faroe Islands Sustainable Fisheries.
Millum spurningarnar, sum verða umrøddir, eru, hvussu langt lívfrøðiliga ráðgevingin røkkur, hvønn leiklut búskaparlig og samfelagslig atlit skulu hava, og hvussu hesi atlit eiga at verða vigað, tá politiskar avgerðir um fiskivinnuna verða tiknar.
At enda fáa áhoyrararnir høvi at seta spurningar.
Tiltakið er ókeypis og alment, og fundurin verður á enskum.









