Í dag er regattasigling í Sundalagnum og stevna í Hósvík, í Vági verður Ljósfest í morgin, og hetta vikuskiftið er eisini ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík.
Ovastevna hevur í fleiri ár eisini verið ein bátastevna, og tað er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í dag, halda leiðina fram út til Nólsoyar í morgin.
Seinnapartin í dag og í kvøld eru fleiri tiltøk í Hósvík, og her verður dansað til tann ljósa morgun.
Tiltakið í Hósvík endar líka sum við morgunmati fyrrapartin í morgin. Tá bátarnir fara heimaftur úr Hósvík, er vanligt, at fleiri leggja leiðina út til Nólsoyar.
Men, hvussu verður so veðrið á ovastevnu í Nólsoy - og á teimum tiltøkum, sum annars eru kring landið hetta vikuskiftið?
Hyggja vit eftir, hvat Veðurstova Føroya sigur, hava vit í dag lot til frískt lot av útsynningi, 3-8 metrar um sekundið. Seinnaprtin gongur hann uppí ein vestan. Tað verður skýggjað við sólglottum, og onkur æl - í støðum mjørki.
Í nátt hækkar hann upp í útnyrðing, og hitin fer at liggja millum 10 og 15 stig.
Í morgin, leygardagin, sum verður hin stóri dagurin á ovastevnu, verður lot til frískt lot av útnyrðingi, 3-8 metrar um sekundið, sum seinnapartin minkar niður í lítið lot av norði, minni enn 5 metrar um sekundið.
Leygadagin verður skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt - í støðum kanska mjørki, og hitin fer at liggja millum 7 og 12 stig.
Sunudagin verður eisini gott veður. Tað verður eingin vindur, minni enn 5 metrar um sekundið, hálv-ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Sunnukvøldið lækkar hann niður í eystan, og hitin fer at liggja millum 7 og 12 stig.
##med2##











