Almennur fundur um framtíðar fiskivinnustýring

Hvussu skulu vit skipa fiskivinnuna, so vit ikki bara taka atlit at fiskastovnunum, men eisini at búskaparligu og samfelagsligu avleiðingunum?

Hetta verður høvuðsevnið á almennum fundi í Norðurlandahúsinum mánadagin 17. august frá klokkan 13 til 16 í sambandi við altjóða ráðstevnuna IIFET 2026, sum Fróðsksaparsetur Føroya skipar fyri. 

 

Fróðskaparsetrið skrivar, at tiltakið er ókeypis, øll eru vælkomin, og fundurin verður á enskum.

 

Á fundinum fara føroyskir og útlendskir serfrøðingar og politikarar at viðgera, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin.

 

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur fundin.

 

Síðani fer Daði Már Kristófersson, fíggjarmálaráðharri Íslands, at greiða frá íslendskum royndum við fiskivinnustýring og leiklutinum, sum búskaparlig og samfelagslig atlit hava.

 

Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, fer at leggja fram føroyskt sjónarhorn og viðgera javnvágina millum vísindi, politikk og vinnulív í fiskivinnustýringini.

 

Erin Steiner frá NOAA fer so at greiða frá amerikonskum royndum við at fáa búskaparliga og samfelagsliga vitan inn í fiskivinnuráðgeving, og Angela Munch fer at leggja fram sjónarhornið hjá ICES.

 

Ymisk sjónarmið møtast

Eftir framløgurnar verður pallborðskjak, sum Alan Haynie, aðalskrivari í ICES, fer at stýra.

 

Í kjakinum luttaka eftir ætlan Daði Már Kristófersson, Angela Munch, Unn Laksá, Erin Steiner og Durita í Grótinum, stjóri í Faroe Islands Sustainable Fisheries.

 

Her fáa ymisk sjónarmið høvi at møtast. Hvussu langt røkkur lívfrøðiliga ráðgevingin? Hvønn leiklut skulu búskaparlig og samfelagslig atlit hava? Og hvussu eiga hesi atlit at verða vigað, tá politiskar avgerðir um fiskivinnuna verða tiknar?

 

At enda fáa áhoyrarar høvi at seta spurningar.

 

Skrá

 

13.00 Bárður á Steig Nielsen: Setan

13.10 Daði Már Kristófersson: Íslendska sjónarhornið

13.30 Unn Laksá: Føroyska sjónarhornið

13.50 Erin Steiner, NOAA: Amerikanska sjónarhornið

14.10 Angela Munch: Sjónarhornið hjá ICES

 

14.30 Kaffisteðgur

 

14.45 Pallborðskjak, Alan Haynie, aðalskrivari í ICES er orðstýrari

15.40 Spurningar og kjak við áhoyrarunum

16.00 Liðugt