Í løtuni eru tvey frystilínuskip á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap, og eitt fiskar í Eysturgrønlandi.
- Øll skipini fáa mest av toski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, sum batnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður gott fyri tað mesta.
- Tað verður nakað av útróðrafiski, og eisini fer onkur út á Føroyabanka, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Her verður einki sagt um, at fiskidagarnir hjá útróðrarbátum í bólki 5B eru uppi, men bátar í bólki 5A kunnu framvegis fiska og avreiða.










