Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Borgaralistin hava mist tamarhaldið á politiska arbeiðinum, og nú er fullkomin ruðuleiki á Vaglinum - tey hava mist valdið til umsitingina, har er ongin politisk kós.

 

Ternutún er feskasta dømið um fullkomnan ruðuleika. Tað er ikki bara í samgonguni at ósemja er alment komin út í pressuna, nú byrjar umsitingin eisini at fara út til almenningin ímóti hvørjum øðrum.

 

Á býráðsfundi tann 30. apríl 2026, var ein meiriluti, sum tók undir við tilmælinum frá tekniska stjóranum og Býararkitektinum, sum mæltu til at góðkenna uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr.nr. 1458a og avlýsa galdandi serstøku byggisamtykt fyri matr. nr. 1458a.

 

Nú kærufreistin er úti - ja, nú er sjón fyri søgn - Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu mælir frá at broyta serstøku byggisamtyktina fyri lendið norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið - kanska er tað skilagott, men hví avstemmar umsitingin ikki tilmælið, áðrenn býráðsfundin.

 

Tilmælini skulu vera greið og eftirfarandi til politisku skipanina at taka støðu til, men har haltar alvorliga við arbeiðslagnum, tí tá bæði tekniski stjórin og Býararkitekturin mæla til broyting og Umhvørvisdeilin mælir frá - tá er okkurt galið við samskiftinum og samstarvinum.

 

Hvør stýrir hvørjum og hvørjum skal mann lurta eftir - og eru tilmælini ikki avstemmaði og góðkend í samgonguni og umsitingini innanhýsis, og hvør er politiska kósin.

 

Politiska kumpassin melur runt á Vaglinum hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Borgaralistanum.

 

Annfinn Brekkstein

 

býráðslimur