Alment reiðari skal umsita øll skip hjá landinum

Nú skal eitt alment reiðarí stovnast, sum skal umsita øll skipini hjá tí almenna.

Tað ætlar meirilutin í samgonguni.

Talan er um strandfaraskipini, skipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum og Magnus Heinason.

Í løtuni hava almennu Føroyar sostatt trý reiðarí, Fiskiveiðieftirlitið, sum umsitur vaktar og bjargingarskipini, Havstovuna, sum umsitur Magnus Heinason og Strandferðsluna, sum umsitur ferðafólkaskipini.

Meirilutin í samgonguni heldur, at tað rættasta er at leggja øll skipini saman í eitt felags reiðarí.

Meirilutin í samgonguni hevur tikið fyrsta stigið fram ímóti hesum, nú hon hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár, fyri Løgtingið.

Har hevur meirilutin tikið kostnaðin av at reka vaktar- og bjargingartænastuna, su mer 10,4 milliónir, av játtanini hjá Fiskiveiðieftirlitinum og sett tað á eina serliga kontu til at reka vaktarskipini.

Bill Justinussen, limur í fíggjarnevndini, sigur, at hetta er eitt mál, tosað hevur verið um í nógv ár, men nú ætlar samgongan, at tað skal vera.

Hann dugir at síggja nógvr fyrimunir við at leggja allan almennan skiparakstur í eitt felags reiðarí.

Hann hugsar um peningur er at spara í umsiting. Møguliga ber til at samráðast um ein betri oljuprís og bíligari proviant. Og kanska ber eisini til at samstarva um manningarnar.

Ongin avgerð er tikin um, hvar eitt slíkt, alment reiðarí skal staðsetast.

Men Bill Justinussen vísir á, at vit hava longu eitt alment reiðarí á Strandferðsluni í Suðuroy. Og hann heldur, at eitt gott boð er, at øll almennu skipini verða løgd í eitt felags reiðarí undir Strandferðsluni í Suðuroy.

- Eitt alment reiðarí skal antin liggja undir landsstýrismanninum í vinnumálum ella landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sigur Bill Justinussen.