ALS avlastar tað almenna

- Vit mugu mana niður mytuna um, at tað ikki loysir seg at arbeiða, sigur Rógvi Reinert, leiðari á Fiskavirking í Vestmanna. Hann mælir til longri karantenutíð og grundupphædd í stuðli, sum ikki verður mótroknað

Dag og dagliga hoyrast tíðindi um skip, bátar og virki, sum ikki fáa fólk. Eisini á teimum økjunum, har arbeiðsloysið er størst.


Fáa ikki fólk

Tað frættist úr bygdum, at útróðrarbátarnir fáa ikki fólk.

Ein maður, sum eigur útróðrarbát, væntar, at í framtíðini verður útróður bara rikin við bátum við einum manni umborð, tí eingin tímir aftur og aftur at ringja eftir fólki, og eingin fæst at koma.

- Tað er fyri mær, sum eru teir fyrst komnir inn á Arbeiðsloysiskipanina vilja teir ikki úr henni aftur. Men eg skilji tað ikki, tí skipanin fyri útróðrrbátarnar er góð og má geva meira enn arbeiðsloyisstuðul, sigur bátaeigarin.

Skipanin tryggjar monnunum, sum mynstra við útróðrarbátinum fyri ein mánað í senn, 8.900 krónur um mánaðin, og teir kunnu so fáa 12.000 krónur í fiskiparti. Fáa teir meira, verður tikið av grundupphæddini.

- Tað skuldi verið gott, tí haraftrat kunnu menninir taka heim við sær alt, sum teir vilja til húsið, sigur bátaeigarin.


Illa dámt

Sosialurin veit eitt dømi um, at ein bátur vantaði ein mann. Bátaeigarin fekk fleiri nøvn frá ávísingini hjá ALS, men tá saman um kom, vildi eingin møta til arbeiðis. Bátaeigarin boðaði ALS frá hesum, men tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí menninir, sum harvið skuldu í karantenu, vóru ikki illir men óðir.

Hesin tilburður hongur neyvt saman við nøkrum av tí, sum Rógvi Reinert, virkisleiðari á Fiskavirking í Vestmanna, segði á ársfundinum hjá ALS í september mánaði: At bara 20 % av teimum, sum standa skrásett sum arbeiðsleys hjá ALS og tøk, í veruleikanum eru tøk.


Ávísingin virkar ikki

Rógvi Reinert sigur, at tá hann segði hetta, var tað ikki ein afinning vend móti nøkrum ávísum. Bara ein ásannan, at arbeiðsloysisskipani ikki virkar, sum hon skal.

Hann heldur størsta bágan við skipanini vera, at tað verður mótroknað beinanvegin í arbeiðsloysistuðlinum, sum farið verður til arbeiðis. Tað er tí ov lítið lokkandi at fara til arbeiðis, kanska bara í nakrar tímar ella dagar.


Grundupphæddin

átti at verið órørd

- Eg kundi hugsað mær, at arbeiðsleys fingu eina grundupphædd, sum ikki varð mótroknað - eins og fríkort í skatti, fyrr enn inntøkan fór upp um eitt ávíst mark, tí upp á tann mátan sóu fólk veruliga, at tað loysir seg at arbeiða. Sum er er ov lítil munur fíggjarliga ímillum at vera í trygging og arbeiða, sigur Rógvi.

Hann heldur, at tað er eitt stórt vandamál, at fólk hava ov lítið álit á Arbeiðsloysiskipanini og hava tað fatan, at ikki loysir seg at arbeiða. Hetta má manast burtur.


Sleppa ikki til arbeiðis

Á ársfundinum hjá ALS nevndi Rógvi, at ein partur av teimum tøku ikki kunnu koma til arbeiðs, tí tey fáa ikki børnini ansað, ella tey noyðast at vera heima hjá gomlum foreldrum. Rógvi gjørdi vart við, at hesi fólk áttu ikki at staðið á listanum yvir tøk, men áttu at verið í onkrum øðrum skipanum.

- Soleiðis sum samfelagið er, hava nógv fólk fyri neyðini at fáa ískoyti, og eg havi varhugan av, at garðurin hjá ALS er lægri enn hjá øðrum almennum skipanum. Tað er lættari at koma í ALS og fáa pening frá tí skipanini enn eitt nú at fáa forsorgarhjálp.


Kemur tí almenna

væl við

- Og landspolitiskt er hetta so takksamt, tí tað er privati arbeiðsmarknaðurin, sum fíggjar ALS, sum harvið avlastar tað almenna, sigur Rógvi.

Á ársfundinum var eitt ávíst orðskifti um, hvussu ávísingin virkar og um lokalar ávísingar mótvegis tí á skrivstovuni hjá ALS.

Tá skipanin kom, høvdu fleiri fakfeløg arbeiðsávísingar, men tær vórðu niðurlagdar ein fyri og onnur eftir, ið tí grundgeving, at feløgini onga samsýning fingu fyri ómakin.

Rógvi Reinert ivast tó í, at tað mundi vera einasta orsøk til, at feløgini vildu av við uppgávuna. Ein onnur orsøk kundi verið, at tey, sum sótu við hesum ávísingum fingu trupulleikar, um tey skuldu fylgja lógini. Tey fólkini vita neyvt, hvør er veruliga tøkur, og hvør ikki sleppur til arbeiðis, t.d. tí eingin er at hava børnini. Tey á ávísingini fáa seg ikki til at boða ALS frá, at hesi ikki kunnu koma til arbeiðis, tí so koma tey í karantenu. Tey kunnu ikki gera tað, skulu tey halda fram við at vera har.Viðurskiftini eru smá, øll kenna øll, og fólk flest vilja liva í sátt og semju við grannar og øll hini í bygdini.


Ger tað ikki aftur

- Sum eg eisini segði tað á ársfundinum. Eg havi boðað ALS frá slíkum eina og tvær ferðir, men eg geri tað ikki aftur, sigur Rógvi.

Hann kemur fram við sínum atfinningum í tí vón, at vit fáa eina skipan, sum kann brúkast.

Tað vilja altíð vera nøkur, sum ikki hava hug at arbeiða. Tá ALS fær boð um, at onkur hevur borið so undan og hevur ikki havt nakra haldgóða grundgeving, so verða viðkomandi sett í karantenu í fimm vikur.


Longri karantenu

Á ársfundinum hjá ALS segði Rógvi frá øðrum virkisleiðarum, at tað argar ikki sørt arbeiðsgevarar, at teir gjøgnum ALS hava fingið fólk, sum hava arbeitt á virkinum stutta tíð og hava so sagt upp. Næstu ferð virkið hevur spurt ALS eftir fólki, hava somu nøvn staðið á listanum.

- Ein máti at komið hesum til lívs hevði verið longri karantenutíð, tá fólk ikki vilja arbeiða.

Hesum uppskoti vísir Niels Sørensen, deildarleiðari á ávísingini í Arbeiðsloysiskipanini, ikki aftur. Tað verður brúkt aðrastaðni, og summastaðni verður karantenutíðin longri fyri hvørja ferð, eitt arbeiðsleyst fólk noktar at taka á seg eitt ávíst arbeiði.


Ilt at gera við

Niels Sørensen heldur tað sum er vera torført hjá Arbeiðsloysiskipanini at gera nakað annað við tað, at so illa gongur hjá virkjum at fáa fólk gjøgnum Arbeiðsloysiskipanina. Soleiðis sum skipanin er, koma fólkini aftur á listan, hava tey noktað at átikið sær eitt arbeiði, og karantenutíðin er av. Soleiðis er lógin.

Á fundinum nevndi onkur tað hjartaleyst, um eitt virki meldar eitt fólk til ALS við karantenu sum avleiðing, tá viðkomandi ikki sleppur til arbeiðis orsakað av t.d.

Men lóg og kenslur er hvør sítt. Arbeiðsloysisskipanin arbeiðir eftir lóg. Á ALS skilja tey væl lokalar arbeiðsgevarar, sum ikki vilja vera atvoldin til, at fólk fara í karantenu, men hinvegin er tað við til at gera, at skipanin ikki virkar, sum hon skal.