ALS má skerast aftur seinni í ár

ALS formaðurin í stýrinum heldur ikki, at útlit eru til, at arbeiðsloysið fer at minka nevnivert og tískil verður neyðugt at skerja ALS enn meiri

- Sum støðan er nú, er alt, sum talar fyri, at tað verður neyðugt at skerja ALS enn meiri seinni í ár.
Tað sigur Alfred Petersen, formaður í stýrinum.
Hann sigur at hóast skipanin akkurát nú er skerd, skal nógv til afturat fyri at tað skal eydnast at fáa javnvág í.
- Hóast vit hava skert skipanina nú, skal arbeiðsloysið minka 50% fyri at fáa javnvág í ímillum inngjald og útgjald í ALS.
Í løtuni eru eini 1600 arbeiðsleys í skipanini, men talið skal heilt niður á 800 fyri at fáa javnvág í ímillum inngjald og útgjald.
Minkar arbeiðsloysið ikki, verður kassin hjá skipanini kortini tómur um hálvttriðja ella trý ár.
Og formaðurin í stýrinumn fyri ALS er so mikið dapurtskygdur, at hann heldur ikki, at útlit eru fyri, at arbeiðsloysið fer at minkað stórvegis í næstum.
- Vit hava eitt arbeiðsloysi á 6%-7%, har arbeiðsloysið í ES er 10,9% í miðal og tískil dugi eg ikki at síggja fyri mær, hvussu vit skulu klára at minka arbeiðsloysið í Føroyum niður í helvt.
Eini 80 av teimum arbeiðsleysu eru ólærd, so talan er um eina rættiliga samhaldsfasta skipan, tí tey rinda minst í skipanina, men fáa mest úr henni aftur.

Tvær skrúvur
Hann sigur, at stýrið fyri ALS hevur bara tvær skrúvur at stilla í sambandi við at laga skipanina til.
- Vit kunnu hækka inngjaldið ella lækka útgjaldið. Útgjaldið kann antin lækkast beinleiðis ella vit at stytta tíðina, ein kann verða í ALS og við at leingja bíðitíðina.
- Verður neyðugt at gera fleiri inntriv, verður tað sostatt ein av hesum møguleikunum ella ein samanrenning av fleiri.
- Stýrið kann mæla landsstýrismanninum til at hækka inngjaldið upp í 2,75% av lønini og so kann hann gera tað, uttan at leggja tað fyri Løgtingið.
Men skal útgjaldið lækkast, skal Løgtingið samtykkja tað.
Men hatta við bíðitíðini heldur hann er eitt sindur misskilt.
- Fólk missa sum so ikki ALS av teirri orsøk, tí tað verður lagt afturat í seinna endanum.
Men tað, sum stýrið nú fer at gera, er at fylgja neyvt við gongdini og at meta um útlitini, so tá ið árið er liðið, verður støða tikið til, um nakað skal gerast og, hvat skal gerast.
- Tað, sum hevur stóran týdning fyri okkum í stýrinum, at vit hava eina ALS skipan, sum er so mikið góð, at ongin skal føla seg noyddan at flyta av landinum, tí at sømdirnar í Føroyum eru ov vánaligar.
- Tí fylgja vit eisini væl við, hvussu støðan er aðrastaðni, sigur stýrisformaðurin.
Les eisini greinina: Eg ivist ikki í at vit fáa frið