Alt ov nógvir føroyingar doyggja í ferðsluni

Í Føroyum doyggja tvær ferðir so nógv í ferðsluvanlukkum sum í okkara grannalondum

Tað eru framvegis alt ov nógvir føroyingar, sum doyggja í ferðsluvanlukkum.

Tað staðfestir Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

 

Tey hava havt ársfund, og har varð ásannað, at hóast støðan er nógv batnað hesi seinastu 30 árini, eru tað framvegis ov nógv, sum doyggja, ella meiðsla seg, í ferðsluni.

 

Í fjør doyði eitt fólk í ferðsluni í Føroyum. Ráðið Ferðslutrygd ásannar, at hetta er eitt lítið tal, tó at eisini eitt lívlát í ferðsluni er eitt ov nógv.

 

- Hóast støðan er batnað síðan áttatiárini, liggja vit munandi aftanfyri grannalond okkara, staðfestir Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

- Ár eftir ár síggja vit, at í Noregi, í Svøríki og í Danmark, bróta tey síni egnu met í, hvussu fá doyggja í ferðsluni.

 

- Hjá hinum Norðurlondunum doyggja sløk trý fólk um árið í miðal í ferðsluvanlukkum fyri hvørji 100.000 fólk.

-

Hesi seinastu 10 árini eru seks fólk deyð í ferðsluni í Føroyum í miðal um árið fyri hvørji 100.000 fólk. Tað vil siga, at í miðal eru stívliga trý fólk deyð í ferðsluvanlukku í Føroum um árið, tí vit eru 49.000 fólk. '

Men skulu vit niður á Norðurlendskt stig, skulu ikki fleiri enn 1,5 fólk doyggja í ferðsluni í miðal um árið, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

 

Verður alt Evropa tikið undir einum, doyggja 9,3 fólk í ferðsluni um árið fyri hvørji 100.000 fólk. Samstundis vísa tølini, at Føroyar eru á sama stigi sum Slovenia, Kekkia og Italia.

 

Hinvegin vísir Ráðið fyri Ferðslutrygd á, at tá ið ferðslutrygdarætlanini varð gjørd í 2006, var málið at í 2015 skulu talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða verða minkað 30 prosent.

 

Hetta mál er væl og virðiliga rokkið, men so spurningurin er so, um málið varð ov lágt sett, halda tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

 

Men tey vísa samstundis á, at tølini skulu takast við fyrivarni, tí tølini vísa bara vanlukkur, har løgreglufólk á staðnum metti, at onkur skuldi á skaðastovuna.

 

- Her verður ikki skilt ímillum smærri løstir og tey, sum verða 100% óarbeiðsfør, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

 Men rákið er greitt og tað er, at talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða minkar. Fyrst í øldini lá talið um 50 fólk, men tað vaks upp í eini 80, fólk, men hesi seinastu árini er tað javnt og samt fallið og í 2014 vóru tað stívliga 30 fólk, sum fingu løstir í ferðsluvanlukku.

 

- Men vit vita einki um, hvussu stórur partur av hesum eru álvarsliga skadd, ella í hvønn mun talið á álvarsliga skaddum er minkað hesi seinastu 10 árini, siga tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.

 

Tað er ein orsøk til, at tey fleiri ferðir hava ført fram, at tað er neyðugt at fáa neyvari hagtøl á økinum.