Altjóða kvinnudagurin 8. mars verður hildin øðrvísi í ár!

...

Altjóða kvinnudagurin verður av ymsum orsøkum hildin øðrvísi í ár enn so mangan fyrr.

Byrjað verður við Kvinnukvøldi uppi á loftinum á Café Natúr leygarkvøldið tan 7. mars kl. 22 og varar líka til sunnunáttina tann 8. mars kl. 01.

Har verður »Speakers Corner« við mikrofon, so øll áhugað kunnu siga sína hugsan um mál, sum upptaka kvinnur í hesum døgum. Annars verður tónleikur, sangur, prát og vanligur caféhugni.

Havið Grønu sangbók við!

Atgongugjald er onki, men høvi verður at keypa sær bæði mat og drekka.


Næsta sunnudag, tann 15. mars, verður Berit Ås aftur í Føroyum, og hon fer tann dagin at halda tveir fyrilestrar í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Tiltakið byrjar kl. 15, og evnini verða: Árin av veikum radioaktivum geislingum á heilsuna hjá fólki, og tann seinni eitur: Hevur heimurin ráð til kvinnur?

Amnesty International fer eisini sum vant at hava framsýning og innsavning av undirskriftum í Sjónleikarhúsinum hendan dagin.

Atgongugjaldið er 50 kr. og umfatar eisini drekkamunnin í steðginum millum fyrilestrarnar.

8. mars tiltakið í ár endar við eini longri gjøgnumgongd av teimum fimm herskarateknikkunum niðri í Mettustovu mikukvøldið tann 18. mars kl. 19.00. Tað seminarið kallast: Kyn, makt og mál, og kostar 40 kr. við drekka.

Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar!