Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið fjórða EM-undankappingardystin í undanbólki C.
Aftaná sigrar á Estlandi, Íslandi og Luksemborg í trimum teimum fyrstu dystunum eru Føroyar fremst í bólkinum við fullum stigatali.
Uppgávan klokkan 17 á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík verður tó av tungum kalibri. Bólkafavorittarnir, Frakland eru mótstøðuliðið. Talan verður um fyrsta dystin hjá Fraklandi í hesari undankappingini.
Tað verður ein altjóða óroyndur dómari, ið kemur at leiða dystin. Talan er um 33 ára gamla finska dómaran, Peiman Simani, ið fyrst gjørdist altjóða dómari í fjør. Peiman Simani hevur tó dømt dystir í bestu finsku fótbóltsdeildini síðani 2021.
FØROYAR U21 - FRAKLAND U21:
Dómari: Peiman Simani FIN
Hjálpardómari 1: Christian De Casseres FIN
Hjálpardómari 2: Samu Koskinen FIN
Fjórði dómari: Amir Hajizadeh FIN
UEFA dómaraeygleiðari: Joeri Van De Velde BEL
UEFA umboð: Susanne Erlandsson SWE