Tann tíðin er vist við at vera farin, tá ið ull var Føroya gull.
Men kortini eru tað nøkur, sum fáa fitt burtur úr at gagnnýta ullina, eisini sniðgevarar á hægsta stigi. Og í heyst verður altjóða ráðstevna í Føroyum um ull, sigur Búnaðarráðstevnan.
Tað er The North Atlantic Native Sheep and Wool Conference, sum er einaferð um árið her í norðuratlantiska økinum.
Hon hevur áður verið í Orknoyggjum, í Noregi, í Hetlandi í og í Íslandi í 2014. Í ár verður ráðstevnan so í Føroyum, og næsta ár verður hon í Suðuroyggjum.
Ráðstevnan í Føroyum í heyst, verður á Hotel Føroyum í døgnum frá hósdegnum 10 sepbember, til mánadagin 14. September.
Hóast hetta er ein altjóða ráðstevna, verður mest hugsað um londini í Norður Atlantshavi, Ísland, Grønland, Føroyar, Orknoyggjar, Hetland, Suðuroyggjar og Noreg, sigur Búnaðarstovan.
Ø Seyðurin í hesum londunum er nær skyldur og umstøðurnar, hann livir undir líkjast eisini, og sostatt eisini ullin.
Búnaðarstovan sigur, at endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á ullina av hesum seyðaslag. Endamálið er at savna og lata vitan frá sær um ullina, og úrdráttir úr henni. Endamálið er eisini at virðisøkja ullina, og at savna hugskot til, hvussu ullin kann gagnnýtast. Og endamálið er eisini at menna vinnuna, sum góðskar ull, frá byrjan til liðugtvøru.
Av tí at ráðstevnan ferðast frá landi til land, ber til at varpa ljós á serligu eyðkennini í hvørjum einstøkum landi.
- Fyrilestrarhaldarar verða úr teimum ymisku londunum, so møguleiki er at hoyra, hvat tey gera aðra staðni, sigur Búnaðarstevnan.
Men á ráðstevnuni verður eisini ein framsýning, og og harafturat hevur hvørt landið sína serligu framleiðslu við, bæði at sýna fram og at selja.
Búnaðarstovan sigur, at tey halda, at ein ráðstevna sum hendan, er eitt gott høvi at varpa ljós á, hvørjir møguleikar eru at virka ull, so at føroyskir bøndur og tey, ið tilvirka ull í Føroyum, kunnu fáa íblástur til, hvussu hon kann gagnnýtast.
Somuleiðis er góður møguleiki hjá útlendsku luttakarunum at kunna seg um Føroyar, føroyskt seyðahald og føroyska ullaframleiðslu, sigur Búnaðarstovan.