Amandus býr í Havn, men hann er ættaður úr Trongisvági. Foreldrini hjá honum vóru Sigrid og Janus hjá Postmanninum. Í hesum liggur, at pápin gekk við posti, og tað gjørdi abbin eisini. Tey vóru seks systkin. Systrarnar vóru Andrea og Ásla, og brøðurnir vóru Ansgar, Kirstein, Hans og Janus. Ansgar gjørdist ein kendur skipari, sum var mong ár á sjónum, meðan Amandus kom at virka nógv í sjónum!
Sjálvur fór Amandus ikki til skips. Hann var so ringur av sjóverki. Tí fór hann í læru sum skipstimburmaður á bedingini á Tvøroyri. Har var nógv at gera. Tað vóru jú nógv skip á Tvøroyri. Bedingin kundi hava tvey skip uppi í senn. Lærutíðin var fimm ár. Tá ið hann var liðugur at læra fór Amandus saman við øðrum í Trongisvági í 1945 til Íslands at arbeiða. Har var hann í eini tvey ár, og tá kom hann heim aftur á bedingina á Tvøroyri.
Kavarin á bedingini tá var tá blivin gamal, og hann spurdi Amandus, um hann ikki kundi loysa seg av.
Tað kundi hann saktans. Her var ikki at talan um skúlagongd ella skeið. Uppgávan hjá einum slíkum kavara var at umvæla skip á floti og annars at halda skinnararnar á bedingini viðlíka. Dýpið kundi vera upp til 6-7 metrar.
Aftaná eina tíð fór Amandus til Havnar at arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju.
At vera kavari er eitt heilt serligt arbeiði, og hetta hevur eisini ment seg nógv gjøgnum tíðina.
Tey fyrstu árini var einki telefonsamband millum kavaran og teir á landi. Tað var bert eitt band, so varð avtalað, hvussu ofta skuldu hálast í bandi fyri tey ymisku boðini.
Tey fyrstu árini var tað eisini ein uppgáva hjá manni á landi at vinda luftpumpuna til kavaran. Nú verður hetta gjørt við elmegi. Hetta gevur eisini eina meira støðugu pumping. Bæði fólk og tól kunnu svíkja. Men hendir tað, er kortini so mikið av luft í hjálminum, at tíð er at fara upp úr sjónum.
Sum alt annað arbeiði kann tað vera strævið at arbeiða undir sjónum. Men vatntrýstið ger tó, at tað er lættari at nýta til dømis ein hamara niðri í sjónum enn í luftini.
Oftast varð arbeitt á botni, men tá ið tað varð arbeitt uppá skip varð nýtt eitt stillads.
Kom ringt veður í sjónum fekk Amandus eisini sjóverk, men tað bar ikki til at gevast fyrr enn liðugt var.
Bygdu av nýggjum í Føroyingahavnini
Amandus kom at arbeiða fleiri ár í Føroyingahavnini á smiðju, sum teir hjá Wensel Petersen høvdu har. Fyrsta árið var 1949, og teir vóru í fyrsta umfari seks smiðir, sum fóru yvir við vágsskonnartini Borgin. Ferðin yvir tók 12 dagar, og Amandus var so sera ringur av sjóverki alla tíðina.
Hetta var sum hjá teimum fyrstu útróðrarmonnunum í Grønlandi, sum Anton Petersen greiðir frá í Miðvikuni. Teir máttu hava alt við sær og byggja alt upp av nýggjum.
Tað var eisini nógv at gera. Komu skip inn, sum kravdu smiðjuhjálp, varð arbeitt út í eitt til liðugt var. Tað vóru samdøgur, teir ikki vóru úr klæðunum. Skipini skuldu jú missa minst møguligt av fiskitíð.
Føroyingar hava átt nógvar hegnigar smiðir, sum hava klárað tað mest ómøguliga. Amandus er ein av teimum. Hann var kendur fyri at vera ein rættur snillingur. Eitt dømi var eitt portugisiskt skip, har annað skrúvublaðið var farið. So var at gera eitt nýtt skrúvublað. Skrúvubløð skuldu vera eins tung. Men teir høvdu ikki sama tilfar, sum hitt skrúvublaðið var gjørt burtur úr. So máttu teir blanda annað tilfar til nýggja skrúvublaðið, so vektin gjørdust tann sama. Hetta var lættari sagt enn gjørt, men fekst eisini at rigga.
Ein portugisiskur trolari hevði skeiklað skrúvubløðini, so tey hildu ein slíkan gang, at hann stygdi fiskin. Hetta var ein trupul uppgáva, men hetta fekst eisini í rættlag.
Ein serlig avbjóðing var ein norskur línubátur, sum hevði fingið róðurskaða, soleiðis at róðurhalurin, har róðrið situr í, var farin av lagi. Her skuldi eisini serligt snildi til. Tískil varhornið á bryggjuni varð nýtt sum eitt slag av jarnbroti. Men hetta bar eisini til.
Í nógvum førum var tað soleiðis, at alternativini hjá skipum við slíkum skaðum var at fara tann langa teinin heim aftur og kanska enntá at vera sleipað. Tí kundu ofta stórar upphæddir sparast við slíkum avrikum sum hesum.
Mundi fingið klett í høvdið
Ein ferð kundi gingið galið hjá Amandusi. Av einum óhappi á landi mundi hann fingið ein klett í høvdið niðri á botni. Hann kom beint niður við hann. Men Amandus heldur seg hava havt eina serliga vernd. Tá ið Amandus var smádrongur, varð hann hvønn morgun signaður av ommuni og abbanum í Trongisvági. Hetta hevur vart hann móti álvarsligum óhappum.
Í 1947 giftist Amandus við Ingigarð, dóttir Katrinu og Emil á Miðgerði úr Kollafirði, og tey búsettust í Havn. Ingigarð var ein røsk og dugandi kvinna. Eina tíð hevði hon Mótabúðina í Havn saman við systir síni Dydduni, sum var gift við Benny Samuelsen.
Ingigarð var góð til hendurnar, og bant Amandusi tey føroysku undirklæðini, sum hann mátti nýta fyri ikki at gerast kaldur niðri á botni.
Amandus hevur verið kavari í 43 ár. Hann helt á heilt til hann var 67 ár. Hetta er leingi í hesi bransjuni. Hann var sjálvlærdur, og hevur ikki gingið á kavaraskúla. Men summar reglur vóru tó, sum skuldi haldast. Var arbeitt á djúpum vatni, skuldi ikki komast ov skjótt upp. Helst skuldi ein støgður vera uppá eitt korter, áðrenn farast skuldi upp úr sjónum.
Amandus hevur eisini arbeitt hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Poul Mohr hevur ikki orð fyri, hvussu gott hann hevur at bera Amandusi. Hann var við til at gera nýggju skipasmiðjuna. Poul sigur Amandus at vera ein brand og ein framúr álitismaður.
Sum kavari kundi vera okkurt stuttligt. Ein dagin kemur ein skúlaflokkur oman á kajuna og spyr til stuttleika Amandus, um hann kundi tøma eina ølfløsku á botni. Hann tekur fløskuna, kavar og kemur upp aftur við fløskuni tómari. Børnini vóru púra paff. Men hetta var veruliga nokk so einfalt. Tann fulla fløskan varð sett niður ímóti ventilinum, har luftin fer úr kavarahjálminum, og tá trýsti luftin innihaldið úr fløskuni. Hetta fyribrigdi máttu hesir næmingar so fáa læranin at greiða sær frá.
Amandus hevur eisini verið við til at gera havnir nógva staðni í Føroyum, so hann kennir botnin betri enn tey flestu. Í slíkum arbeiðum kom hann at búgva hjá fólki á staðnum, og so varð farið heim í vikuskiftinum.
Harumaður
Amandus hevur eisini gjørt nokk so nógv av at skjóta harur í Sundshaganum. Ein fastur makkari var Benny Samuelsen. Vanliga plagdi Amandus at vera bestur, og tá ið hann gavst fyri nøkrum árum síðani, varð sagt, at hann ikki vildi útseta seg fyri ikki at vera bestur longur! Harur eru eitt gott ískoyti til húsarhaldið. Teir kundu fáa einar 50 harur í part fyri harutíðina.
Tók sær av konuni til tað síðsta
Ingigarð gjørdist rættuliga ung minnisveik, og hetta vernsaði sum frá leið. Men tað verður tikið til, hvussu fyrimyndarliga Amandus røktaðu sína sjúku konu heima, so leingi hetta bar til. Tá ið hon so mátti fara á Lágargarð, vitjaði hann hana tvær ferðir um dagin hvønn einasta dag, og hann hjálpti framvegis væl til við røktini av henni.
Amandus eigur seks børn. Barnabørnini eru 10 og langabbabørnini 13. Hann heldur føðingardagin saman við teimum.
Hiðani verður eisini ynskt honum hjartaliga tillukku.
ó.