Amboðslandslið úttikin

Fimleikur - Sunnudagin var úttøka til landsliðið í amboðs­fimleiki hjá monnum, so nú eru bæði kvinnu- og mans­landsliðið mannað, men enn er talan um bruttohópar

Hóast fimleikarar úr bæði Havnar Fimleikafelag og Støkk vóru møttir til úttøkuna, vóru allir teir sjey úttiknu fimleikararnir úr Havnar Fimleikafelag. Tað speglar aftur støð­una í mansfimleikinum, har fim­leik­arar úr høvuðsstaðnum vunnu allar steypa­kappingarnar, sum hava verið higartil í ár.
Teir sjey fimleikararnir, sum eru tiknir út, eru Rósing Dam, Øssur D. Eiriksfoss, Fróði Mortensen, Jóni Christiansen, Bartal Wardum, Pætur Jacobsen og Olivur D. Eiriksfoss. Hetta er sum sagt brutto­úttøka, tí endaliga talið á fim­leik­arum verður fimm.
Úttøkan til kvinnulandsliðið var longu fyri einum mánaði síðani, tá 10 fimleikarar komu við í bruttohópin. Tær eru Eydna Danielsen, Kristina Toftegaard, Bjarta Jansdóttir, Katrin S. Wardum, Birita Poulsen, Bára Herolvsdóttir Persson, Fríðhild Norðgerð og Herdis Thomsen úr Havnar Fimleikafelag, Annika B. Hansen, Anita S. Davidsen og Durita S. Davidsen úr Støkk, og Eyvør W. Samuelsen úr Ljósinum.

Leikir á Jersey
Fimleikur er ikki ítróttargrein á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í summ­ar, men sum onkuntíð fyrr, hava oyggja­samfeløgini, sum íðka fimleik, alternativar fimleika­oyggjaleikir í staðin, og teir verða hesa ferð á Jersey í døgunum frá 6. til 9. juli. Hetta verður samstundis fyrsta kappingin, úttiknu fim­leik­ararnir hava at síggja fram til, men undan leikunum verður endaligi hóp­urin skorin niður, so hann tá telur fimm kvinnur og fimm menn.
Venjari hjá kvinnunum er Alida Savina og hjá monnum Valery Savin. Tey bæði eru úr Lettlandi og eru frammanundan venjarar hjá Havnar Fimleikafelag.