Leygardagin 17. januar klokkan 13, lokala tíð, fara tey at skipa fyri mótmælistiltaki í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk. Tey, sum fara at luttaka, mótmæla ólógligu ætlanunum hjá USA at innlima Grønland.
Sagt verður úr Grønlandi, at hetta verður eitt friðarligt mótmælistiltak, sum byrjar við Katerittarfik Amisut og endar við Kujallerpaat, har amerikanska sendistovan í Nuuk er.
Rutan er á leið hin sama, sum í mars í fjør, tá grønlendingar eisini mótmæltu áganginum úr USA.
Við Sermitsiaq siga fyrireikararnir, at endamálið við mótmælinum er at senda ein greiðan boðskap um, at demokratiski sjálvsavgerðarrætturin hjá Grønlandi og grønlendsku mannarættindini skulu virðast.
Ein av fyrireikarunum, Bikki Jepsen, sigur við Sermitsiaq, at grønlendska fólkið yvir eina longri tíð hevur ligið undir trýsti, sum skapar ótryggleika og ótta í grønlendska samfelagnum.
##med2##
- Okkara politikarar og fólkavaldu hava ferð eftir ferð sligið fast, at okkara land er ikki til sølu - og at okkara land ikki bara kann keypast ella yvirtakast við hermegi, sigur hon.
Meira um mótmælistiltakið, sum verður í Nuuk, kann lesast um hesa leinkju - https://www.sermitsiaq.ag/samfund/demonstration-i-nuuk-mod-usas-planer-om-annektering/2330522
##med3##













