EM: Gamlir kenningar frá marrudysti døma dystin millum Føroyar og Sveis

Talan verður um turkisku dómararnar, ið dømdu svíðandi 26-34 HM-tapið hjá Føroyum í Norðurmakedonia fyri skjótt tveimum árum síðani

Mynd: Turkiska hondbóltssambandið

Tað tapið, ið hevur sviðið mest hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti seinnu árini var 26-34 (15-19) tapið fyri Norðurmakedonia í Skopje í seinna HM-undankappingardystinum 12. mai í 2024. 

 

Føroyar vunnu á heimavølli 34-27 (18-14), og talan gjørdist um eitt svíðandi samlað 60-61 tap fyri Norðurmakedonia, ið gjørdi, at okkara ikki vunnu seg til HM-endaspælið. 

 

Í Skopje vóru tað turkisku dómararnir, Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz sum dømdu dystin, ið okkara taptu 26-34. Tað er ikki at dylja, at hart stuðlandi og aggresiva norðurmakedonska heimafjøldin ávirkaði Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz, og okkara fingu nakrar løgnar dómar ímóti sær. Serliga í seinna hálvleiki. 

 

Tað vera Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz, ið fara at døma fyrsta dystin hjá Føroyum móti Sveis í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum. Dysturin verður leiktur í annaðkvøld klokkan 19.30. 

 

Meir enn 6.000 føroyskir áskoðarar vera til dystin, meðan tað vera fáir sveisiskir áskoðarar til dystin í Unity Arena uttan fyri Oslo. Tí má føroyska fjøldin gera sítt til eisini at leggja trýst á Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz. Sjálvandi skal mesti parturin av orkuni brúkast til at stuðla liðnum, men Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz hava víst fyrr, at teir kunnu ávirkast av einari stórari og væl stuðlandi fjøld. Tað dugdu norðurmakedonsku áskoðararnir at gagnnýta 12. mai í 2024. 

 

 

 

Mynd: Turkiska hondbóltssambandið