Amerikanskir hermenn fáa ikki skjól í Danmark

32 lond hava higartil játtað at geva amerikanskum borgarum skjól, verða teir skuldsettir fyri krígsbrotsverk. Danmark sigur nei.

USA hevur hermenn í fleiri londum, og amerikanska stjórnin ber ótta fyri, at lond, sum eru fíggindaliga sinnað ímóti USA, fara at nýta nýggja krígsbrotsmannadómstólin í Haag sum eitt politiskt amboð við at flýggja honum amerikanskar hermenn til rættarsókn. Tí hevur stjórnin í Washington roynt at fáa lond at vátta, at tey fara at verja hermenninar, og higartil hava 32 lond gjørt tílíkar sátttmálar við amerikansku stjórnina.

Noreg fekk herfyri eina slíka áheitan úr USA, men vísti henni aftur, og nú ger Danmark tað sama. Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, er boðin til Washington, tí George W. Bush, forseti ætlar at takka donsku stjórnini fyri stuðulin til kríggið í Irak. Men samstundis ætlar hann at tosa við forsætisráðharran um krígsbrotsmannadómstólin.

Men danska støðan er greið. Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, sigur, at Danmark styðjar arbeiðið hjá dómstólinum, og at danska stjórnin virkar fyri, at øll lond gera tað sama.

Amerikanska stjórnin hevur boðað frá, at USA fer ikki at senda hermenn til friðarvarðveitandi uppgávur uttan so, at hermenninir fáa trygd fyri, at teir verða ikki flýggjaðir dómstólinum til rættarsókn. Síðsta summar eydnaðist tað USA at fáa eina slíka trygd, men tann avtalan fer úr gildi í summar, og tey flestu evropeisku londini hava boðað frá, at tey fara ikki at endurnýggja avtaluna.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, góðkendi krígsbrotsmannadómstólin, men Bush setti góðkenningina úr gildi, tá hann tók við.